Seinasta heilsan frá Jumbo-jett’aranum
Seinasta El Al-ferðin við Boeing 747 til Tel Aviv tók ein serligan umveg. Eftir at hava tænt ísraelska flogfelagnum í 48 ár, gavst flogfelagið El Al í gjár, 4. nov. 2019 at brúka eyðkenda Jumbojet-flogfarið, Boeing 747.
Og tað varð gjørt við eini serligari heilsan yvir Miðjarðarhavinum á seinasta túrinum úr Rom til Tel Aviv.
[object Object]
Á seinasta túrinum tók flogfarið ein umveg áðrenn tað nærkaðist ísraelsku strondini fyri at tekna eina mynd av eykjenda flogfarinum, sum kundi síggjast aftur hjá teimum, ið fylgja við flogferðsluni á ’track’-tænastum, so sum Flightradar24
Flogfarið LY1747 ’málaði’ tekningina í 10.000 fót hædd beint sunnan fyri Kýpros.
https://portal.fo/dagur-22795/seinasta-heilsan-fra-jumbo-jettaranum.grein
Kelda: portal.fo Ingi Samuelsen