Jenis fær stuðul úr vinafelag

Formaðurin í Vinafelagnum Føroyar-Ísrael tekur undir við ætlanunum hjá uttanríkisráðharranum um at stovna føroyska sendistovu í Jerusalem. Altjóða mótstøðan ímóti umboðan í ísraelska høvuðsstaðnum er handislpolitisk, heldur hann. Les meira ...

24/11-2019
Dánjal Poulsen

Jákup S. Joensen, formaður í Vinafelagnum Føroyar-Ísrael, tekur fult undir við, at Føroyar skulu lata upp sendistovu í Ísrael, og at henda skal vera í høvuðsstaðnum Jerusalem.

Og spurdur um, hví hetta er so avgerandi, endurgevur hann regluna úr kenda sálminum “Gakk tú fram við góðum treyst,”:  “Fyri tí, tú veitst, er rætt, doyggj, um so má vera;”

- Sjálvandi skulu vit altíð lata vit og skil ráða, og í so máta er onki skeivt í at lata sendistovu upp í Jerusalem. Jerusalem er høvuðsstaður í Ísrael, og at lata seg trýsta av islam til at fara aðrastaðir við sendistovuni, er als ikki skilagott – tá lata vit ikki vit og skil ráða, sigur Jákup S. Joensen.

Hann sigur, at nevndin í Vinafelagnum Føroyar-Ísrael ikki hevur viðgjørt sendistovumálið, og at hann tí úttalar seg fyri egna rokning.

Einagongd
Enn eru tað bara heilt fá lond, sum hava latið sendistovur við diplomatiskum heimildum upp í Jerusalem. Fleiri lond hava tó umboðsskrivstovur – konsulát ella handilsskrivstovur – uttan diplomatiskar heimildir í býnum.

Almenna orsøkin til, at flest øll lond, harímillum øll ES-londini, ikki vilja hava sendistovu í Jerusalem, er innanhýsis orrustan ímillum statin Ísrael, og palestinarnar í landinum, sum krevja egnan stat, sum eisini skal umfata Eystur-Jerusalem, ið er tann arabiski býarparturin.

Londini aftra seg við at viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels og hava í staðin lagt almennu sendistovurnar í Tel Aviv.

Handilspolitikkur
Men formaðurin í Vinafelagnum Føroyar-Ísrael trýr ikki almennu grundgevingunum, at hesi londini ikki vilja oysa bensin á eitt bál við at viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað í Ísrael.

- Nei, veruliga orsøkin er arabiska oljan. Arabaralondini standa enn fyri stórum parti av oljuframleiðsluni í heiminum, og onnur lond óttast, at tað gongur út yvir trygdina í oljuleveransunum, um ilt kemur í muslimarnar. Talan er fyrst og fremst um handilspolitikk, sigur hann. 

Hóast USA eisini hevur sterk oljuáhugamál í Miðeystri, flutti Donald Trump, forseti, í vár amerikonsku sendistovuna úr Tel Aviv til Jerusalems, har stórveldið frammanundan bert hevði havt konsulát.

Hetta stigið eigur at tæna sum fyridømi fyri hini demokratisku londini í vesturheiminum, heldur Jákup S. Joensen.

- Tað eru nógvar meiningar um Trump, men hann torir so at fara ímóti islam. Og veist tú, hvat hendir tá? Jú, teir fáa respekt, tí muslimar respektera ikki tey, sum víkja undan, sigur hann.

Trýst á islam
Ein av endamálsorðingunum hjá Vinafelagnum Føroyar-Ísrael er at virka fyri góðum grannlagi ímillum londini í Miðeystri. Formaðurin sær tó onga andsøgn ímillum hetta og ynskinum um at lata upp sendistovu í Jerusalem – ein gerð, sum ikki fer at verða væl móttikin av arabiska minnilutanum í Ísrael og arabisku londunum rundanum.

- Vit hava eina góða ætlan við okkara sendistovu, og vit ynskja, at øll skulu hava tað gott, eisini muslimarnir. Tað, sum drívir islam, er tó nakað annað. Fert tú til arabiska heimin, so sært tú eitt ógvuliga destruktivt mynstur. Men vit bøta ikki um hetta við at slaka fyri hesum somu destruktivu kreftunum. Tvørturímóti.

- Vit síggja, hvat islam ger, har tað ikki fær mótstøðu. Í Svøríki til dømis, torir ongin at seta orð á trupulleikarnar av, at muslimskir tilflytarar taka Miðeystur við sær til landið. Fólk tora ikki at siga nakað, tí so stoyta tey islam. Men vilja vit broyta nakað og fáa góð viðurskifti ímillum kristin og muslimar, so mugu vit tora at standa ímóti og leggja trýst á islam, sigur Jákup S. Joensen og leggur afturat:

- Vit vilja virða statin Ísrael og teirra val av høvuðsstaði, men tað merkir ikki, at vit vilju muslimunum nakað ilt.

Oljupengar
Arabisku oljupengarnir hava stórt vald kring allan heim, og Jákup S. Joensen heldur, at sterku muslimsku oljulondini brúka hetta vald til at seta krøv av ymiskum slagi, eitt nú, at islam ikki skal kritiserast.

- Men hví víkja frá nøkrum, sum ein trýr er rætt? Hví skulu vit geva okkum fyri trýsti frá Islam? Tað er faktiskt tað, trýstið frá islam, sum stórur partur av vesturheiminum óttast. Hetta er stýrt av ótta, og lata vit okkum stýra av óttanum, so svíkja vit okkara trúgv, og vit svíkja Ísrael, sigur Jákup S. Joensen.

Føroyum at frama
Eitt er staðsetingin av eini føroyskari sendistovu í Ísrael, men her heima eru eisini nógvar røddir frammi við boðskapinum um, at ongin meining er í yvirhøvur at lata nakra sendistovu upp í Ísrael, sama hvar hon verður staðsett. Tí vit hava als ongan samhandil við landið.

Hesum er formaðurin í Vinafelagnum Føroyar-Ísrael als ikki samdur í.

- Ein sendistova eigur ikki bara at grundast í virksemi og samhandil, sum longu er, men eisini í virksemi, sum kann blíva. Saman við vinnulívsfólki úr einum 45 tjóðum var eg á einari vinnulívsráðstevnu í Jerusalem í november í fjør. Tað er ómetaliga nógv, vit kunnu samstarva við Ísrael um – útbúgving, sjúkrahúsverk, vinnulív, mentan, medisin, hátøkni, aling, bara fyri at nevna nøkur øki. Tey eru á einum heilt ótrúliga høgum støði har, og tætt samstarv kann bert tæna okkum, sigur Jákup S. Joensen.

Alt er profeterað
Fyri hann hevur tað stóran týdning at fáa greitt teimum søguligu og serliga teimum bíbilsku grundunum fyri sína støðutakan í sendistovuspurninginum og í málum annars, sum eru Ísrael at frama.

- At staturin Ísrael varð endurreistur og alt tað, sum er hent og hendir har, tað stendur skrivað. Ísrael var eitt deytt, avsviðið land, men tað er vorðið livandi aftur. Hebraiska málið var eitt deytt mál, men tað er eitt livandi mál í dag og tjóðarmál í Ísrael. Alt hetta er profeterað og Jerusalem er krumtappurin í øllum hesum. Tí fært tú eisini ræðuliga sterkar reaksjónir, tá tú kemur inn á mál sum hetta við, hvar ein sendistova skal vera. Tað er tað andaliga netið rundan um hetta, sum ger sína ávirkan, sigur Jákup S. Joensen.

--

Vinafelagið Føroyar-Ísrael

Vinafelagið Føroyar-Ísrael var stovnað 28. mai 2009, og grein 2 og grein 3 í viðtøkunum lýsa ávikavist grundstæði og endamál:

§2 Grundstøði

Felagið byggir á kristiligt grundstøði við áherðslu á bókstavliga tulking av Bíbliuni. Felagið er óheft politiskt og átrúnarliga.

§3 Endamál

Endamál felagsins er:

At upplýsa um bíbilska grundstøðið undir zionismu og tilverurætti Ísraels sum tjóð og land.
At virka fyri røttum tíðindaflutningi um Ísrael og jødarnar.
At biðja og eggja til bøn fyri Jerúsalem, Ísrael og jødunum.
At stuðla kristiligum og øðrum hjálpararbeiði í Ísrael.
At virka fyri góðum samstarvi millum Føroyar og Ísrael á øllum økjum, og góðum grannalagi millum londini í Miðeystri.

Kelda  Dimmalætting  -  Ingolf S. Olsen   22.11.2019