Jødar flýggja úr Vesturheiminum

Óttin fyri antisemittiskum brotsgerðum og ein sum heild vaksandi ótryggleiki hevur fingið alsamt fleiri jødar at flýggja úr Vesturheiminum og flyta til Ísrael. Les meira ...

07/12-2019
Dánjal Poulsen

30.087 jødar fluttu til Ísrael í fjør. Hetta er ein hækking á 7% í mun til árið fyri, skrivar Kristeligt Dagblad við støði í hagtølum frá The Jewish Agency for Israel.

Av hesum 30.087 fólkunum fluttu 3.967 til Ísrael úr Vesturevropa - harav tey flestu úr Fraklandi.

Jødar hava seinnu árini verið fyri fleiri antisemitiskum atgerðum. Í síðstu viku var hakakrossurin málaður á fleiri enn 100 jødiskir gravsteinar í Strasbourg.   Mynd: Patrick Hertzog/AFP/Ritzau Scanpix

Kelda:   vp.fo