Mossad hjálpti donsku løgregluni við handtøkum

Tað er Jerusalem Post sum skrivar, at Mossad spældi ein týðandi leiklut tá ið danska løgreglan herfyri tók yvir 20 fólk tí tey vóru undir illgruna fyri at ætla at fremja yvirgang. Les meira ...

15/12-2019
Dánjal Poulsen

Málið ímóti fólkunum hevur verið fyri afturlætnum hurðum, og tí er lítið frætt um, hvat tey nágreiniliga høvdu ætlanir um. Fleiri teirra eru eisini síðani leyslatin, men eini 5 eru framvegis varðhaldsfongslað ímeðan politiið ger fleiri kanningar.

Av tí sama, hevur heldur ikki verið frammi í donskum miðlum, hvønn leiklut Mossad møguliga kann hava spælt í málinum.

Men Jerusalem Post skrivar, at Mossad veitti upplýsingar í samband við at "ein sella við 20 yvirgangsfólkum, sum legði ætlanir um eina flóðaldu av atsóknum sum skuldu fremjast, varð fyribeind".

Kelda:  vp.fo