Uttanríkisráðið skipar fyri ferð til Ísrael

Uttanríkisráðið arbeiðir í løtuni við at leggja eina ferð til Ísraels til rættis. Ætlanin er, at almennu Føroyar fara á vitjan i Ísrael í mars.

Í løtuni verður arbeitt við at fyrireika ferðina. Tað er uttanríkisráðið, sum arbeiðir við ætlanini. - les meira ...

13/01-2020
Dánjal Poulsen

Ferðin verður eftir ætlan í mars, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum.

Hann veit ikki heilt enn, hvussu ferðin verður løgd til rættis, men fólk  í uttanríkisráðnum arbeiða við ætlanini.

Eg veit, at tað er áhugi millum føroyskar fyritøkur um at sleppa við á ferðini. Persónliga havi eg fingið fyrispurning frá tveimum fyritøkum um at sleppa við til Ísrael, sigur landsstýrismaðurin.

Kelda: ting.fo  Árni Gregersen 13.01.2020 (08:40)