"ONGANTÍÐ AFTUR" GJØRDIST "AFTUR OG AFTUR"

Rabbi Marvin Hier, formaður og stovnari, setti sær fyri í 1977, tá ið Simon Wiesenthal legði navn til nýfloygda stovnin, at framtíðar ættarlið skuldu læra av mikla sorgarleikinum, har Nazistarnir beindu fyri 6 milliónum Jødum. Les meira ...

20/01-2020
Dánjal Poulsen

Tíverri, nú 42 ár seinni, hóast stríð og strev okkara og annara: "Ongantíð aftur!", so gjørdist tað "Aftur og aftur!" - Hvør kundi ímyndað sær, at í 2019:
* At ein navnframur 84-ára gamal, ið kom livandi úr Holocaust, nú verður hóttur eftir lívinum í Italia, og tí tørvar løgverju at ganga á gøtunum?
* At vit fóru at síggja Jødiskar bygningar og bønhús verða skemd við Nazi-líknandi gulu stjørnunum, nú á 81-ára minningarhaldinum um Krystallnáttina?
* At gudrøknir Jødar verða slignir, spýttir á og plágaðir í gøtum og undirgrund í New York City, har flestu Jødar í USA búgva?
* At Jødar verða píndir, plágaðir og hóttir á hægru læristovnum, bara tí at teir stuðla ísraelska statinum?
* At limir í stjórnartingunum, bæði í USA og Stóra Bretlandi, alment spræna út antisemitismu í sjálvum  stjórnarsalinum?    

Simon Wiesenthal stovnurin hevur gjørd eina uppgerð fyri 2019, har teir vísa á uml. 20 hendingar um mánaðin (240 íalt) kring heimin, har Jødar eru plágaðir á ymiskan hátt.