STÓRFINGIÐ MINNINGARHALD MÁNAKVØLDIÐ 27. januar 2020

Hetta fyrsta minningarhaldið um Holocaust og fólkdráp yvirhøvur, síðan Føroya løgting samtykti einmælt, at 27. januar skuldi vera almennur minningardagur í Føroyum um Holocaust og onnur fólkadráp, savnaðust fleiri enn 300 fólk í Østrøm í Havn. les meira ...

28/01-2020
Dánjal Poulsen

Hølini vóru stúgvandi full, og øll lurtaðu væl eftir teimum trimum framløgunum og tí avbera góða sanginum.

Fyrst var tað Maigun Solmunde, sum greiddi frá, at eisini føroyingar vóru millum teirra, sum hjálptu Jødum í teirra sváru neyð í Seinna heimsbardaga, tá ið teir noyddust at flýggja fyri lívinum undan Nasistunum.

Síðan greiddi Elsa í Skorini frá, hvussu nøkur komu livandi frá ræðuleikunum í Auschwitz.

At enda hugleiddi Róland í Skorini um, at síðan Seinna heimsbardaga og enntá dagin í dag og í Evropa verða Jødarnir jagstraðir og plágaðir, bara tí at teir eru Jødar. Eisini fólkadráp eru og verða framd nú á døgum. 

Hetta kvøldið var eisini sangurin framúr. Eli Smith og vinfólk sungu kendu jødisku sangirnar Scma Israel og ísraelska tjóðsangin Hatigvha - enntá í føroyskum, í týðing sum Símun Absalonsen hevur gjørt.
Tað var eisini eitt serligt upplivilsi at hoyr Napoleon og Ingmar spæla og syngja jødiskan sang á jiddiskum og eisini á føroyskum.

At enda bóru Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður og Jenis av Rana, landsstýrismaður fram nøkur takkarorð. 

So varð tjóðsangur okkara sungin og øll fingu ein góðan kaffimunn, meðan prátið gekk av tí besta.