255,000 jødar úr 150 londum fluttu til Ísraels í árunum 2010-2019

Myndin: Formaðurin í Jewish Agency, Isaac Herzog saman við foreldrum ið eru flutt til Ísraels, og børn teirra, ið eru fødd í Ísrael.

02/02-2020
Dánjal Poulsen

Jewish Agency og Keren Hayesod skipa fyri, tá ið jødar flyta heim til Ísraels. Teir siga, at í 2019 fluttu nærum 34.000 og er hetta tað mesta, seinastu 10 árini, har tey flestu koma úr Russlandi, Ukraina, Fraklandi, U.S.A. og Etiopia.