Hizbollah hevur beinraknar rakettir

5. aug. 2012

Hizbollah-felagsskapurin sigur seg hava sera beinraknar rakettir, sum kunnu raka ávís mál í Ísrael, og sum kunnu gera av við tíggjutúsundtals ísraelsmenn.

-Eg sigi ísraelsmonnum, at tað eru nøkur mál í Ísrael, sum rakettirnar kunnu raka, sigur aðalskrivarin í Hizbollah, Hassan Nasrallah, í einari sjónvarpsrøðu. Hann segði einki um, hvussu felagsskapurin hevur fingið fatur á rakettunum, ella hvar í Ísrael málini eru.

Eygleiðarar siga, at orðini hjá Hizbollah-leiðaranum kunnu benda á, at tað eru ísraelsk kjarnorkuverk, sum eru álopsmál. Ísrael er tað einasta landið í Miðeystri, sum ikki hevur skrivað undir avtaluna ímóti at breiða út kjarnorkuvápn. Ísrael hevur hvørki váttað ella avsannað, at landið hevur slík vápn.

-Skuldu vit rakt hesi málini við nøktum fáum rakettum, fer tað at gera lívið hjá fleiri hundraðtúsund sionistum til eitt livandi helviti, og vit tosa um fleiri tíggjutúsund deyð, sigur Nasrallah í røðuni.

Hizbollah fær dyggan stuðul frá Iran.

kelda: portal.fo