EYKAAÐALFUNDUR - hóskvøldið 4. mai kl. 19.30 á Hotel Tórshavn

3. mai. 2017

KOM VIÐ! Høvi verður at tekna limaskap eftir fundin.


Um tú kennir ein kærleika til Ísrael og jødiska fólkið, so vilja vit heita á teg at umhugsa limaskap í Vinafelganum Føroyar – Ísrael, har tú fært givið eitt íkast og gjørt tína ávirkan galdandi hvat viðvíkur sambandið millum føroyingar og jødar. 

Vinarfelagið Føroyar - Ísrael er eitt tvørkirkjuligt vinafelag við eini spennandi stevniskrá. Vit fremja mennandi tiltøk av ymiskum slag millum føroyingar og jødiska fólkið.

Hóast felagið hevur ein góðan og trúgvan limaskara, er stórur tørvur á ágrýtnum limum, bæði yngri og eldri úr øllum samkomum kring landið. Nevndin hevur ætlanir, sum skulu setast í verk í næstum, har fleiri kunnu vera við til at signað jødiska fólkið. 

Tann eina verkætlanin er at fáa ungar Ísraelar, ið júst eru lidnir við hernaðarskylduna, at koma til Føroya at vitja. Ein stórur hópur av hesum jødiska ungdómi fer út at fjakka aftaná hernaðarskylduna, og oftani enda hesir ungdómar eystanfyri í Himmalaya og India, har rúsevni og annað, ið verri er, gerst teirra fylgisveinur í lívinum.

Ætlanin er at bjóða hesum jødisku ungdómum nakað heilt serligt her í Føroyum. Geva teimum innivist og vísa teimum blíðskap, næstakærleika og tann serliga friðin og tryggleikan, sum jødin ikki fær aðrastaðnis. Nevndin væntar við hesi verkætlan, at varandi vinabond vera knýtt millum føroyskan ungdóm og jødar. Tað kann bara geva dupulta signing báðar vegir og kann uttan iva mennast til nakað gott framyvir.

Vit vóna at fáa nógv fólk at luttaka í hesum týdningarmikla arbeiðinum; Føroyar og Ísrael til signingar. Lyftið er enn hetta, at tann sum signar Ísrael, skal blíva signaður. Jesusar egnu orð í dóminum eru hesi, at “tað tit hava gjørt ímóti einum av hesum minstu brøðrum mínum [jødiska fólkið], tað hava tit gjørt ímóti mær.” 

Tað verður møguligt at tekna seg sum lim á eykaaðalfundinum ella við at senda boð til admin í hesum bólkinum ella við at skriva eini boð til ein av nevndarlimunum í felagnum. Kom og verð partur av hesum spennandi arbeiði, tí tað er brúk fyri tær. 

Tað hevði glett okkum sera nógv, um tú kemur til eykaaðalfundin hóskvøldið 4. mai kl. 19:30. Fundurin er á Hotell Tórshavn.

Shalom

Nevndin