Vinafelagið Føroyar-Ísrael hitti sendiharran

31. jul. 2017

Umboð fyri nevndina í Vinafelagnum Føroyar-Ísrael hitti í dag ísraelska sendiharran.

Jákup S. Joensen, formaður og Dánjal Poulsen vóru í dag á fundi við ísraelska sendiharran, Barukh Binah og konu hansara Dr. Shulamit Binah; tey bæði eru hesaferð á øðrum sinni í Føroyum.

Fundurin var á Clintonsvituni á Hotel Føroyum.

    Jákup byrjaði við at greiða frá virkseminum í Vinafelagi Føroyar-Ísrael. T.d. hevur felagið nú í mong ár havt "Opið Hús" í Sloans húsum á Ólavsøku, og at aftur í ár vóru nógv sum stukku inn á gólvið, til eina góða samrøðu um Ísrael afturvið einum kaffimunni.

    Greitt varð eisini øðrum tiltøkum sum felagið hevur regluliga, og um virksemið á heimasíðu felagsins (shalom.fo) og umvegis Facebook.

    Nógvir føroyingar hava vitjað í Ísrael og fleiri og fleiri ferðandi úr Ísrael leggja nú leiðina til Føroya.

    Í heyst verður eitt serligt tiltak í Føroyum í sambandi við ísraelska filmsframleiðslu. Meira verður at frætta um tað seinni,

    Sendiharrin var sera takksamur fyri tað arbeiði sum Vinafelagið Føroyar-Ísrael ger fyri Ísrael her í landinum, og vildi fegin vera til hjálpar at fáa samskifti í lag um nærri samstarv, t.d. millum ísraelskan og føroyskan skúlaungdóm. Arbeitt verður við at ungdómar, sum hava lokið útbúgving í ísraelsku verjunu, eisini fáa Føroyar á listan yvir lond, sum tey kunnu vitja áðrenn tey fara inn á arbeiðsmarknaðin.

    Sendiharrahjúnini greiddu eisini frá, at tey fara at hitta umboð fyri landsstýrið, har ymisk viðurkskifti millum Ísrael og Føroyar, t.d. handilssamstarv og ferðavinna ivaleyst fara at verða umrødd.

    Føroyavitjanin er sera stutt á hesum sinni; sendiharrahjúnini fara longu av landinum aftur í morgin tíðliga.