TÓRBJØRN JACOBSEN:

31. jul. 2017

Røða hildin á fagnaðakvøldinium í Norðurlandhúsinum, nú Svenning á Lofti hevur verið ferðaleiðari í 40 ár.

Tá ið eg var 11 ára gamal, var Moshe Dayan tann stóra stjørnan í mínum lítla dreingjauniversi.
     Generalur og verjumálaráðharri. Einoygdur og óvanliga karismatiskur. Ein politisk og hernaðarlig superstjørna. Teir eldru menninir í bygdini, sum savnaðust í krambúðini hjá abba mínum, viðgjørdu eisini støðuna dag frá degi, og teir vóru eisini í parti við ísraelsmonnum. Svarti eygaklaffurin frammanfyri punkteraða vinstra eygað, sum í 2005 varð seldur á uppboði, við eini byrjanarupphædd á 75 túsund dollarar, brendi seg inn í fatanina hjá fólki um allan heim, ímyndin um, at ísraelar høvdu givið grannunum ein dyggan frammaná í 1967, táið teir ruddaðu álopini og alla mótstøðu burtur eftir seks døgum.

     Eitt hernaðarligt stórveldi kom úr stropa í Miðeystri eftir eini lítlari viku. Hin til tíðir so sjálvsøkni – egocentriski - Dayan kom sær eitt sindur í miskreditt í 1973, hann hevði ikki í nóg góðari tíð tevjað komandi krútroykin frá somu grannum, sum hann sveipti burtur í 1967, og tað kostaði honum nakað væl av tign í einum landi, har tú mást vera á varðhaldi stútt og støðugt, sólarringin á tamb, um tú ikki skalt verða vaskaður út í Miðjarðarhavsins brótandi aldur. Kortini hevði hann meiri enn ein fingur við í friðarsáttini ímillum Egyptaland og Ísrael í mai mánaða 1978, tá Menachem Begin og Anwar Sadat skrivaðu undir avtaluna í Camp David. Tað var annars Moshe Dayan sum helt fyri: “Vit eru eitt ættarlið av búreisingum, og uttan stálhjálmar og byrsupípur eru vit ikki førir fyri at planta eitt træ - tíansheldur at smíða okkum eini hús í hesum økinum.”

     Hetta vóru avgerandi løtur í søguni hjá gýðingum, men kortini intermezzo, sum blunk í tí stóra ljóshavinum, á søgunnar slóð – bæði fyri og eftir. Tey flestu okkara hava lisið og kenna orðini í Heilagu skriftunum – í Gamla og Nýggja Sáttmálanum. Bíblian er eitt undirstøðukervi, sum føroyingar samfelt kunnu snúgva sær í, betri enn nakrar aðrar staðir. Tí var tað eisini ein stórur tjóðskaparligur sigur í hesum landinum, táið Victor, Dahl og Viderø góvu okkum týðingarnar av mest lisnu bók á okkara leiðum.

     “Tú hevur ikki fyri neyðini at greiða mær nærri frá, hvussu út sær í Jerusalem”, segði Edvard í Svínoy við sonin Inga, sum hevði verið og ferðast í Heilaga landinum, og hann legði afturat: “Har eri eg hvønn dag.” Hetta, - hóast hann ongantíð hevði verið í Ísrael.
     Svenski socialdemokratiski landsfaðirin, Tage Erlander, ið mundi kenna seg nær slektaðan við politikararnar, sum loystu ísraelska statin úr lagdi, og hildu hesum frælsa unganum á kós øll tey fyrstu árini, hetta vóru jú sannførd samhaldsføst menniskju, kvinnur og menn, mong av teimum uppvaksin í kollektivu kibbutzunum, segði um Genesaret vatnið: ”Hetta er Sunnudagsskúlasjógvurin(!))” Soleiðis hugsa øll vit, sum einaferð hava verið sunnudagsskúlabørn um hetta vatnið, sum spælir so stóran leiklut í hinum Nýggja Testamenti.

     Jesus var gýðingur. Ein stórur reformatorur, sum kveikti eina heimstrúgv, ið á øllum mótum gjørdist stórur partur av undirstøðukervinum hjá okkum, sum búleikast í vesturheiminum og aðrar staðir við. Farvegurin av m.a. Fjallataluni sæst aftur í trúgv, morali, etikki og í politikki. Veit, at teir, sum standa inni við Grátimúrin, ikki eru samdir við hesum, men kortini er grundarlagið hitt sama, Guð er ein og hin sami hjá gýðingum og okkum kristnu, tí hava vit eina felags lagnu, og tí hevur Ísrael eitt heilt serligt rúm í hjartanum hjá flestu føroyingum. Gamla paktin er eisini okkara pakt.

     Í korridorunum á tingi ein dagin í 2009 orðaði eg við Svenning á Lofti, primus inter pares í samskiftinum hjá føroyingum við ísraelsfólk, at vit bæði konan kundu hugsað okkum at gjørt ferðalag saman við honum og Birgit til Ísraels, ein gamal dreymur, sum mátti realiserast áðrenn ov seint var. Hann læt sær ikki siga.
     Hetta gjørdist ein minnilig ferð, ein endurkálvføðing av øllum tí, sum man hevði fingið inn við móðurmjólkini. Hin modernaði Tel Aviv, Massada, Deyða havið, Qumran, Haifa, Nazaret, Betlehem, Jerusalem, Tiberias, Kapernaum, Jordan áin, líðin har Jesus flutti fram Fjallataluna og so at ganga í sævarmálanum fram við Genesaret vatninum, har smáu aldurnar tutlandi sveiptu føturnar. Vart fyri menniskjans brutaliteti, tað kendist sum at verða fluttur 2 túsund ár aftur í tíðina, har Jesus hitti apostlarnar, gjørdi undurverkir og frá tíð til aðra spjallaði við fjøldina.
     Higani flutti Kristindómurin seg út í ytstu krókar heimsins. Ikki minst apostlunum fyri at takka, sum ikki lógu á boðunum, heldur ikki eftir rómverska deyðan á Krossinum á Golgata heygnum, har ein arábisk útvarpsantenna nú stendur og starir upp í himmalin og ávarpar annan boðskap enn hann, sum hin deyði og upprisni hevði lagt í beinini á so mongum í sínum stutta lívi.

     Serlig var løtan at standa á Oljufjallinum, og síggja niður og oman yvir gravirnar, har falnir ísraelskir hermenn liggja grivnir. Teir sum lótu lívið, fyri at staturin kundi og kann yvirliva. Sjónin er øgilig og søgusveipt haðani oman í líðina, har Getsemane urtagarðurin liggur, og løtan sum Jesus hevði saman við sínum næstu gandast fram í sál og heila, táið vit støkka framvið hesum víðagitna hava, har sum processin fram til endan líkasum útfoldaði seg. Leiðin oman í Kedron dalin, yvir um løkin, og niðan á Tempulfjallið. Grátimúrurin og ferðin via Dolorosa niðan á Golgata. Onkur segði mær hendan dagin, at heykarnir í ísraelsku stjórnini vildu hava Dayan at knúsa islamsku moskurnar við hernaðarmegi í 1967, men tað eftirlíkaði hann ikki. Hann kendi avleiðingarnar, tí hann var vaksin upp saman við arábum heilt frá óvitaárum. Kanska virdi hann diversitetin meiri enn aðrir, í hvussu er segði hann einaferð, at vil tú hava frið í lag, nyttar onki at tosa við tínar samsintu, tá ræður um at tosa við tínar fíggindar.

     Ferðin norður til sýriska markið við Golan-heyggjarnar var eisini serlig. Vit minnast øll hvussu ofta hesir heyggjarnir vórðu nevndir í tíðindunum, serliga í 67, men eisini í 73, og eg, sum frammanundan helt, at hetta líktist føroyskum smáum heyggjum, fekk annað at síggja. Hetta eru há fjøll, so há, at tú sært ein stóran part av Ísrael hagani. Ivasemi var, um tað nú var rætt at taka teir í Seksdagastríðnum, men í dag man lítil ivi vera um, at hetta var ein røtt strategisk avgerð, soleiðis sum stríðið nú gongur í og um Sýriu. Hermon liggur eisini um hesar leiðir, og helst koma drúurnar til hitt framúr góða Hermon vínið úr líðunum og dalinum omanfrá fjallinum, og um onkur ynskir at royna tað, fæst hetta í Rúsdrekkasølu landsins.

     At trygdin var í hásæti sást mangar staðir, serstakliga tann dagin vit óku inn á Vestara Áarbakka fyri at vitja Betlehem jólanátt. Albrynjaðir hermenn stóðu á hvørjum taki, spákaðu framvið takrennunum og vindskeiðunum, gingu í gøtunum og rannsakaðu strætisvagn okkara úr enda í annan. Hetta var eldfimt. Ein annar harri sum vitjaði í Betlehem hendan dagin var Mahmud Abbas, palestinski ovastin, hann hitti eg seinri í ST-bygninginum í New York í 2011, táið hann legði uppskot fram um viðurkenning av sjálvstøðuga palestinska statinum. Tann knúturin stendur enn óloystur. Um friður fæst í lag, verður hesin eini knúturin loystur úr aftur, er ilt at vita. Áhugamálini eru so mong í økinum. Miðeystur líkist eini bráðpannu, har alt er og nógv rennur til. Oljumilliardirnar hjá grannunum, trúðarmál, politikkur og stórpolitikkur. Men sum maðurin segði, enn stendur Jahve omanfyri alt, og so leingi er í hvussu er vón fyri framman stavn.

     So væl kendist staturin vardur, at einastu ferð vit fingu minsta varðhuga av, at hóttanin er støðug, var hesa náttina vit lógu í einum tjaldi úti í Negev oyðimørkini. Hvinini frá Hamas rakettunum og ísralesku hernaðartyrlurnar órógvaðu okkum náttarsvøvnin, og skuldi eg komið í tyngd, so hevði ein væltalandi og støðugt spjallandi Kajberg, av Skála, evnini til at halda síðumannin í soviposanum í andvekri í hesum ísakalda stórtjaldinum, ið rakst harúti sum úlvaldarnir (kamelarnir) kenna rásirnar betri enn vit menniskju. Vit, sum halda okkum vita okkurt um ísraelska herin og Mossad fregnar-tænastuna, kendu okkum undir øllum umstøðum at vera í góðum og tryggum hondum.

     Hvørja ferð eg hoyri heitið Mossad nevnt, kemur mær til hugs kykmyndin, eg sá í Havnar Bio fyri nakað nógvum árum síðani, har ein gitin ísraelskur kjarnorkufysikari er komin til London fyri at halda fyrilestur í ráðstevnusalinum á einum lærdum háskúla í býnum. Tað sást ikki, at hann var vardur av Mossad-agentum, ikki fyrrenn ein arábiskur terrorfelagsskapur tveitir eina handgranat inn ígjøgnum ein glugga, fram ímóti catedra, við tí fyri eyga, at gera enda á atomfysikaranum. Tá var eini sivilklæddi Mossad-maðurin snarur í vendingini, tveitti seg omanyvir spreingiknøttin, og lá har hagartil hann eksploderaði. Tað ráddi um at verja áhugamálini hjá statinum, - kosta hvat tað kosta vildi. Líkamikið um filmurin var autentiskur ella ikki, so sigur hann søguna um hvørji hóttan gýðingurin altíð livir undir, altíð og allastaðni.
     Tey flestu minnast helst München-massakruna í 1972, táið olympisku leikirnir vórðu hildnir í týska býnum, og Útvarp Føroya segði frá sorgarleikinum frá fyrstu parkett, við útvarpsstjóranum Niels Juel Arge á odda.

     Føroyar og Ísrael eiga hvør sína søgu. Okkurt rennur kortini so hissini saman. Í 1948 letur altjóða samfelagið gýðingarnar fáa ein lítlan geira í Miðeystri at búleikast í, og afturat ynskjunum hjá jødunum sjálvum, mundi trýstið frá progomunum eystanfyri og ræðuleikarnir í týningarlegunum hjá Hitleri og hansara kumpanum vera atvoldin til hetta. Fólk í hópatali, úr ymsum heraðshornum, koma heimaftur til Heilaga landið og heilagu bastiónirnar. Nú ræður um at byggja og stabilisera statin. Atomfysikarar, læknar og alra handa slag av fólki arbeiða um dagin og standa við blandimaskinurnar um næturnar fyri halda ferðini. Her var onki at bíða eftir, og tað eydnaðist hóast stríð og nógvan sárseyka. Í Føroyum var ein donsk heimastýrislóg sett sum karmur um eitt hjáland um júst sama mundið, hetta hóast tað, at vit tvey ár frammanundan fólkaræðisliga høvdu valt at skipa okkara egna stat. Sagt verður, at vøddarnir tódna og styrkna í andróðri, kanska er tað ein orsøkin til, at processin var meiri kvikgongd í hinum nýggja statinum Ísrael enn her á landi. Men nationalu djúphavsstreymunum megnar kortini ongin at steðga, so okkara tíð fer eisini at koma, um ikki so drúgva tíð.

     ”Ongin býr í Føroyum av praktiskum orsøkum”, helt høvundurin Heðin Brú fyri, og legendan David Ben-Gurion mælti sær fyri munni: ”Fyri at vera realistur í Ísrael, mást tú trúgva á undirverk.” Kanska hómast ein orsøk og munur í hesum báðum uppáhaldunum.

     Úti undir væðingini, uppi á loftinum í synagoguni í Prag, liggur Golem, sigst, sum áminning um atsøknir og forfylging ígjøgnum allar tíðir. So herskið var tað blivið, at teir vildu skapa ein nýggjan gýðing úr leiri og blása lív í hann, men hetta miseydnaðist fyri stóran part. Tí má stríðið halda fram í vónini um, at tað einaferð verður friður í Miðeystri soleiðis, at allir partar fáa livað og virkað í sátt og semju. Stríðið hevur kostað báðum pørtum alt ov mikið, og í stríði vita vit, at allar gerðir eru ikki borðbærar, líkamikið hvør ið fremur tær.

     Seinasta kvøldið í Tel Aviv í 2009 segði hin ósjálvsøkni ambassadørurin Svenning á Lofti, sjálvsettur ísraelskur sendimaður í Føroyum og føroyskur sendimaður í Ísrael, frá einum fundi í Tjóðveldisflokkinum, at Erlendur Patursson skuldi hava sagt, at orðið nú var frítt, men høvdu menn onki álvarsligt og avgerandi á hjarta at siga, var betri at tiga. Hóast mr. á Lofti ikki longur er tjóðveldisfloksmaður, haldi eg meg vita, at hann framvegis er íðin tjóðveldismaður ella loysingarmaður.

     Við hesum fáu orðum fari eg at ynskja tykkum báðum Barukh Binah, sendimanni, og Shulamith Binah, konu tygara, hjartaliga vælkomnum til Føroyar - við ynskinum um eina bjarta framtíð hjá gýðverska fólkinum, - eisini í Ísrael.
     Og Svenningi og Birgit fari enn einaferð at takka fyri, at tey vildu vera vegvísarar okkara í Heilaga landinum í 2009. Ein ferð, sum stendur ritað í stein í minni mínum og okkara.

Shalom

tórbjørn jacobsen