Ísrael vil hava sjónvarpsrás úr landinum

7. aug. 2017

Samskiftisráðharrin í Ísrael, Ayoob Kara, hevur á einum tíðindafundi fyrr í dag boðað frá, at Ísrael fer at banna Katar-sjónvarpsrásini Al Jazeera og taka møguleikan frá journalistunum at arbeiða í landinum.


Tað skriva altjóða tíðindastovurnar Reuters og AP.

Ayoob Kara ákærur sjónvarpsrásini fyri at "stuðla terrorismu", og hevur hann tí heitt á veitarar um at blokkera signalinum hjá sjónvarpsrásini. Skrivstovan hjá sjónvarpsrásini í Jerusalem verður eisini stongd.

Seinastu tíðina hava nærum øll lond í økinum staðfest, at Al Jazeera stuðlar terrorismu og religiøsari radikalisering, segði Kara.

- Og tá ið vit síggja, at øll hesi londini hava staðfest, at Al Jazeera er eitt amboð hjá Islamska Statinum, Hamas, Hizbollah og Iran, og vit eru einasta land, sum ikki hevur samtykt hetta, so er tað misvísandi, sigur ráðharrin sambært DR.DK.


Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
  Lagt út hevur Ólavur í Beiti   tann  06/08/2017 22:57


Kelda:  vp.fo