MIKE PENCE varaforseti:

14. aug. 2017

Spurningurin er ikki "um", men bara "nær". Amerikanski varaforsetin Mike Pence nevndi lyftið, at flyta amerikonsku sendistovuna til Jerúsalems.

Felagsskapurin CUFI (Christian United for Israel - Kristin trúgvandi sameind til frama fyri Ísrael) hevði árligu ráðstevnu sína í Washington 17. juli.

Varaforseti USA Mike Pence segði í røðu sínari m.a.:
"Tit menn og kvinnur í CUFI: Forsetin hoyrir tykkum. Forsetin stuðlar tykkum. Og eg lovi tykkum, at dagurin kemur tá ið forsetin Donald Trump flytur amerikonsku sendistovuna úr Tel Aviv til Jerúsalems. Spurningurin er ikki "um", men bara "nær".

Næstovasti USA segði eisini, at land hansara fór ongantíð sleppa stuðli sínum til virðismiklasta sameinda sín.

"Eg kann róliga siga tykkum her, og øllum heiminum, at Trump forseti og eg sjálvur standa við lið Ísraels, uttan nakað sum helst undantak.
Pastur John Hagee, sum stovnaði CUFI, segði á ráðstevnuni, at krígsførsla er nógv broytt, bara hesa stuttu tíð síðan nútíðar Ísraelski staturin varð stovnaður. Men Gud er framvegis fólki Sínum og stuðlum tess trúfastur.   

CUFI hevur 3,3 milliónir limir og er størsti stuðuls-felagsskapur sum Ísrael hevur í USA og ivaleyst í ølluim heiminum.


kelda: The Jerusalem Post, Christian Edition, Aug.2017