ZACHARIAS ZACHARIASSEN farin

22. aug. 2017

21. august andaðist Zacharias Zachariassen í Norðragøtu, 82 ára gamal.

Zacharias var ein hollur vinur Ísraels.
Í 1999 kom út bókin "Ísrael - land lyftisins og vit" á forlagnum Leirkerið hjá Zachariasi og Flóvini, bróðuri hansara.
Zacharias hevur eisini mangan hildið fyrilestrar um Ísrael og fólk tess. Hann hevði sera stóran bíblukunnleika til øll viðurskifti um Ísrael og útvalda fólk Guds á jørð, jødarnar.

Í blaðnum "Leirkerið" var altíð onkur stubbi at lesa um Ísrael og jødarnar.


Vinafelagið Føroyar-Ísrael minnist vin Ísraels, Zacharias Zachariassen við takksemi.