The Orient West Choir í Føroyum

25. sep. 2017

Hósdagin 5. oktober 2017 kl. 19.30 í Norðurlandahúsinum. Ein moderna, nútíðar tulking av tónlistarligu sambondunum ímillum teir tríggjar eingudaátrúnaðirnar: jødadóm, kristindóm og islam.

Dalia Faitelson, tónaskald og sangari, hevur skapt eina persónliga nýtulking av gregorianskum sangi. Sangurin hevur fylgispæl av miðeysturlendskum ljóðførum og verður sungin á hebraiskum. Úrslit er tískil heilt sermerkt og er ein undrunarverd blanding av klassiskum tónleiki, fólkatónleiki og heimstónleiki.

     Jødiski upprunin hjá Dalia Faitelsons og hennara miðeystulendsku tilknýti, hennara drúgva tíð í Danmark og tónlistarliga yrkisleið hennara gera hana serstakliga væl egnaða til at standa fyri hesi verkætlanini. Hon hevur megnað bæði at sameina tónlistaligu siðvenjurnar í eingudaátrúnaðunum og at bróta mørkini ímillum tónleikarar.

     Harafturat eru sangirnir ognaðir náttúruna kreftum: jørðini, myrkrinum, ljósinum, eldinum osfr í staðin fyri Gudi. Á hendan hátt vónar hon av vísa vøkru sálina í gregorianska sanginum, uttan at hann verður tengdur at einum ávísum átrúnaðarligum evni. 

     Gregorianski tónleikurin hevur røtur í miðeystru og í gomlu jødisku mentanini og kantorsiðvenjuni. Hendan arvin er Dalia Faitelson sera tilvitað um í tulkingunum, har miðeysturlendskir tónar klinga vakurt saman við siðbundna, vesturlendksa kirkjusanginum.    Harvið verður tað, sum bleiv sundurskilt fyri 2000 árum síðan, sameint aftur.
     Verkætlanin skal á ein nýggja hátt miðla vitan og kunnleika um felagsupprunan hjá teimum trimum átrúnaðunum og samstundis vísa, hvussu hesi tríggir átrúnaðirnir saman kunnu møtast til eina nýggja fruktagóða byrjan tvørturum mentanir og landamørk.

 

KÓRIÐ:

JAEL NORDBEK AZOULAY (DK/ Ísrael) - sopran

FIMMER ENGEL (DK) - sopran
DALIA FAITELSON (Ísrael) - alt
BENJAMIN GAASEDAL (Føroyar)  - tenor
PETER LINDEMAN JØRGENSEN (DK) – bass

 

ORKESTRIÐ:

CLAUS MATHIESEN (DK) - klarinett
ALEX OPAZO (Kili) - slagverk
MAHER MAHMOUD (Sýria) – oud

 

DANSUR: SHOHREH SHAHRZAD (Iran)

 

Dalia fekk "The Danish Jazz Grammy” í 2000, og "Årets Danske Komponist” (Composer Of The Year Award”) í 2005, frá DJBFA / Komponister og Sangskrivere.

Síðsta útgávan hjá henni varð í 2014 tilnevnd til Danish Music Awards í bólkinum "Best Vocal Jazz Album.”


Kelda: Norðurlandahúsið í Føroyum - nlh.fo