USA meldar seg úr UNESCO

12. okt. 2017

Amerikanska uttanríkisráðið boðaði fyri løtu síðan frá, at USA hevur avgjørt at taka seg úr ST-felagsskapinum UNESCO, ið er ein stytting fyri Vísinda- og Mentanarstovnur Sameindu Tjóða. Tað er Rex Tillerson, amerikanski uttanríkisráðharrin, ið hevur staðfest avgerðina.

BBC endurgevur amerikanska uttanríkisráðið fyri at siga, at avgerðin er tikin, tí USA millum annað metir, at tað er neyðugt at gera grundleggjandi broytingar í stovninum og at landið ikki kundi góðtaka tí eintáttaða støðuna, ið felagsskapurin hevur yvirfyri Ísrael.


Hetta er ikki fyrstu ferð, at USA ger vart við sína misnøgd viðvíkjandi viðferðina hjá UNESCO av Ísrael. Í 2011 steðgaði USA at gjalda sín part av fíggingini av felagsskapinum aftaná, at felagsskapurin avgjørdi at veita Palestina fullan limaskap.


Sambært BBC, so kvettir USA ikki øll bond við UNESCO, men fer at halda fram sum eygleiðari í felagsskapinum.


Irina Bokova, aðalskrivari í UNESCO, harmast avgerðina hjá USA.


- Eftir at hava fingið almennu fráboðanina frá amerikanska uttanríkisráðharranum Rex Tillerson, harmar tað meg sera nógv sum aðalskrivari í UNESCO, at USA hevur tikið seg úr UNESCO, sigur aðalskrivarin í eini fráboðan á heimasíðuni hjá felagsskapinum. 


Mynd: Høvuðssætið hjá UNESCO


Kelda: in.fo
Hallur av Rana 12.10.2017 (15:32)