Assad-stýrið ridlar og Miðeystur gerst alsamt ótryggari

5. aug. 2012

Fyrrverandi forsætisráðharrin í Sýria, Riyad Hijab, sum fór frá herfyri, sigur, at stjórnin hjá Bashar Assad viknar, og ræður nú bara í uml. 30 % av landinum.

Maðurin, ið herfyri var forsætisráðharri í Sýria, sigur, at mentalt og fíggjarliga er stýrið nú um at detta sundur.

Í Ísrael verður gjølla fylgt við gongdini í Sýria. Serliga er tað stóru vápnagoymslunum og kemisku vápnunum, sum eru í Sýria, sum hugsað verður um. Stúrt verður fyri, at hesi vápn kom í hendurnar á Hizbollah í Libanon ella sunni-islamistisku yvirgangs-monnunum í Sýria.

Í longdini kann gongdin tó kanska fara at gagna Ísrael. Assad-stýrið í Sýria hevur samstarvað við stýrið í Iran, sum er argasti fíggindi Ísraels. Sýria hevur verið bindilið millum Iran og shiitiska yvirgangsfelagsskapin Hizbollah í Libanon, sum ræður yvir 70.000 rakettum ið stútt hóttir sivilfólkið í Ísrael.

Fellur Assad-stýrið í Sýria, verður vónað í Ísrael, at sambandið millum Iran og Hizbollah í Libanon slitnar. Tað fer at gera Hizbollah veikari.

Saman um tikið, so er støðan sera vandamikil fyri Ísrael. Koma sunni-islamiskir bólkar at fáa ræðið í Sýria, so verður tað kanska upp aftur størri hóttan móti Ísrael.