Noreg biður um umbering

26. nov. 2012

Tíðindastovan Ritzau skrivar tann 26. november 2012 Í ár eru 70 ár liðin, síðan meira enn 500 norskir jødar vórðu útvístir til nazi-týningarlegurnar.

Á fyrsta sinni harmast nú norska løgreglan alment, at hundraðtals jødar vorðu sendir úr hersetta Noregi beinleiðis í týningarlegurnar í Nazitýskalandi, har tey allar flestu endaðu dagar sínar í ræðuleikunum har.
Henda umberingin kemur í sambandi við 70-ára dagin, eftir at 532 norskir jødar – menn, kvinnur og børn – vórðu útvíst og send við hermannaflutningsskipinum D/S Donau úr havnini í Oslo tíðliga á morgni tann 26. november 1942.
Tilsamans vórðu 771 norskir jødar sendir í deyðslegurnar í Seinna Heimsbardaga, haðan bara 34 komu aftur á lívi.

Í Dagsavisen sigur løgreglustjórin Odd Reidar Humlegaard: "Eg harmist vegna norsku løgregluna, og vegna øll tey, sum høvdu við útvísingina av norskum jødum at gera."

Rithøvundurin Jan Erik Vold hevur fyrr sóknast eftir, at norska løgregla ger upp leiklut sín í sambandi við jødaútvísingirnar, og hann er fegin um, at umberingin nú um síðir er komin.

Tað sama sigur 89-ára gamli Samuel Steinmann, sum tá kom livandi frá nazitýningar-legunum, og er tann einasti av norsku jødunum sum er á lívi: "Eg kann kanska eisini siga at tað er tíð uppá. Men tað er gott at hoyra umberingina, sigur hann.

Nazistýrda Statsløgreglan hevði ein týðandi leiklut tá ið norsku jødarnir vórðu útvístir. Limir í hesum løgregluliði vórðu eftir kríggið dømdir fyri at pína, fara illa við, drepa og avrætta fólk.

Norski kongurin og stjórnin flýddu til Bretlands tá ið týskurin hersetti Noreg tann 9. apríl 1940. Vikun Quisling, sum stuðlaði nazivaldinum í Týskalandi, stjórnaði Noregi í Seinna Heimsbardaga. Navn hansara hevur eftirsíðan verið samheiti við landasvíkjara.

Í januar bað norski forsætismálaráðharrin Jens Stoltenberg, vegna Noregi, um umbering fyri, at norðmenn eisini útvístu jødum í Seinna Heimsbardaga.

Tað eydnaðist tá nærum 1400 norskum jødum at flýggja til Svøríki.