Mótmæl donsku stjórnin, harra løgmaður!

29. nov. 2012

Ein viðurkenning av palestinskari eygleiðarastøðu fer púra vist at geva palestinsku sjálvstýrismyndugleikunum og Hamas-yvirgangsstjórnini í Gaza meiri vind í seglini. Les meira ....

Mikudagin 28. november, frættist, at danska stjórnin hevur tikið avgerð um at viðurkenna, at palestinsku myndugleikarnir fáa eygleiðarastøðu í ST, tá ið atkvøðugreiðsla nú verður um hetta.

Í hesi ætlaðu ST-viðtøku er eisini ein orðing um eina loysn á stríðnum, ið skal bera í sær, at tveir státir skulu verða har lið um lið, Ísrael og Palestina. Loysnin av hesum stríði skal ætlandi verða grundað á landamørkini, ið vóru áðrenn seksdagakríggið í 1967.

Eitt slíkt mark fer Ísrael ongantíð at góðtaka. Orsøkin er einføld: Ímillum palestinska markið og Miðjarðarhavið við Tel Aviv-leiðina fara tá økið einans at verða 7 kilometrar breitt. Hetta vil siga, at Ísrael kann verða kvett av um tvøran eftir fáum minuttum, av einum álopsheri.

Palestinsku myndugleikarnir og Hamas-stjórnin í Gaza vilja ikki viðurkenna Ísrael sum stát. Hvussu kann ST so góðkenna teir sum eygleiðarar, ið ikki viðurkenna eitt limaland í ST? Men soleiðis er støðan í ST í dag, har meirilutin av limalondunum hata Ísrael og jødarnar.

Danmark og øll ST-limalondini áttu fyrst og fremst at kravt, at palestinsku sjálvstýrismyndugleikarnir alment viðurkenna Ísrael, áðrenn teir geva teimum nakrar sømdir í ST.

Eitt tað besta dømi er iranski leiðarin, Ahmadinejad.

Ein viðurkenning av palestinskari eygleiðarastøðu fer púra vist at geva palestinsku sjálvstýrismyndugleikunum og Hamas-yvirgangsstjórnini í Gaza meiri vind í seglini. Teir fara at tulka eina slíka viðurkenning sum eina óbeinleiðis góðkenning av álopum teirra inn í Ísrael. Danska stjórnin kann so statt at gerast ein viðspælari til yvirgang móti Ísrael í framtíðini.

Eg vil heita á Kaj Leo Johannesen, løgmann, um at mótmæla eini danskari góðkenning, ið eisini dregur Føroyar inn í hesa góðkenning, sum vit ikki vilja verða partur av, men sum flestu føroyingar eru ímóti.

Mótmæl, harra løgmaður!

Persónliga vil eg við hesum boða frá mótmæli og góðkenni ikki, at Danmark umboðar Føroyar í hesum máli.

Svenning av Lofti