Tass Saada í Føroyum

9. mar. 2013

Tass Saada er fyrrverandi bilførari og sníkiskjútti hjá Yasser Arafat, og hann hataði Ísrael og jødarnar. les meira ...

Á páskum vitjar Tass Saada í Føroyum. Einaferð var hann ein av næstu monnum Yasser Arafat. Tass er føddur í Gasageiranum, men vaks upp í Saudiarábia og í Katar. Hann varð lærdur at hata jødarnar og Ísrael, og sum 17 ára gamal fór hann upp í Fatahrørsluna hjá gitna PLO-leiðaranum Yasser Arafat.

Skjótt gjørdist hann sníkisskjútti hjá Arafat og seinni varð hann bilførari hjá Arafat sjálvum. Sum sníkisskjútti beindi hann fyri fleiri ísraelskum hermonnum.

Seinni flutti Tass til USA, har hann varð giftur og fór at arbeiða í matstovuvinnuni, og gjørdist dugnaligur handilsmaður, sum átti fleiri matstovur og nógvan pening.

Í USA upplivdi Tass eina heilt serliga umvending, tá ið hann tók við trúgv á Jesus Kristus. Lív hansara broyttist fullkomuliga.

Hvat hendi, ber til at lesa í sera áhugaverdu bókini um Tass, sum á donskum eitur: ”Jeg var snigskytte for Arafat”.

Seinni fluttu Tass og konan aftur hagar, hann var ættaður, fyrst til Gasa, har hann nøkur ár gjørdi hjálpararbeiði millum børn og ung
.

Seinni fluttu tey til Jeriko, har hann saman við øðrum leiðir hjálpararbeiði millum muslimsk børn í Jeriko, har fleiri av børnunum búgva í flóttarfólkalegum.

Síðan bókin um hansara lív kom út, er Tass vorðin kendur nógvastaðni kring heimin, og hann ferðast eisini nógv og greiðir frá vitnisburði sínum.

Í Føroyum fer Tass at vitja kring landið og greiða frá síni sera áhugaverdu og spennandi lívssøgu. Hann kemur eisini inn á spentu støðuna millum palestinar og jødar í Miðeystri. Eisini fer hann at greiða frá hjálpararbeiðinum millum flóttarfólkið í Jeriko.

Mikudagin 27. mars vera Tass og Karen í fimleikarhøllini í Porkeri, Skírisdag í missiónshúsinum í Sørvági, Langa fríggjadag í meinigheitshúsinum í Havn, Páskaaftan í Badmintonhøllini í Klaksvík og Páskadag í missiónshúsinum í Leirvík.

Á øllum støðum verður tulkað til føroyskt. Høvið verður eisini at keypa bókina um lívið hjá Tass, og fáa hana signeraða.

Tað er Ísraelsmissiónin, ið hevur boðið Tass til Føroya.

 

SKRÁ:

27. mars (mikudagur) kl. 20: Fimleikarhøllin í Porkeri Streingjakórið í Porkeri syngur

28. mars (Skírhósdagur) kl. 17: Missiónshúsið Libanon í Sørvági

29. mars (Langi fríggjadagur) kl. 11 Gudstænasta í Hoyvíkar kirkju. Uni Næs og Tass Saada
29. mars (Langi fríggjadagur) kl. 18: Meinigheitshúsið í Havn

30. mars (leygardagur) kl. 20: Badmintonhøllin í Klaksvík
Harmonikuvinir spæla til felagssangin

31. mars (Páskadagur) kl 18: Møti á páskastevnu í missiónshúsinum í Leirvík
Taborkórið syngur

Savnað verður inn til hjálpararbeiði millum palestinar í Jeriko.

Høvi er at keypa bókina um lívið hjá Tass Saada ”Jeg var snigskytte for Arafat” og fáa hana signeraða.

 

Filmsbrot um Tass:

http://www.youtube.com/watch?v=LROZphLXLCk