Ísraelar gleða seg til føroyska sendistovu

Føroyar lata skjótt eina sendistovu upp í Ísrael.

Hesi boðini fingu lógvabrestirnar at runga í Tel Aviv seinnapartin, tá ið Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tók lut á einum fundi á ráðstevnuni Muni World í Ísrael, har aðrir 140 borgarstjórar eru.

20. februar 2020

hesa vikuna.

Innbjóðingin til ráðstevnuna í Ísrael er komin í kjalarvørrinum av seinastu vitjanini hjá Anniku Olsen í Ísrael í februar 2018.

Hesaferð varð borgarstjórin boðin til serligan fund við øðrum borgarstjórum, sum formaðurin í ísraelska kommunufelagnum skipaði fyri. Hann vildi vita meira um, hvussu kommunur í ávikavist Newcastle, Kalifornia og Havn skipa seg. Harumframt var formaðurin í týska kommunufelagnum við í pallborðinum.

Á fundinum seinnapartin hevði Annika Olsen eina framløgu um Føroyar og Havnina og um avbjóðingar fyri framman. Dentur varð eisini lagdur á samstarvið millum land og kommunur.

Á fundinum varð eisini viðgjørt, hvussu kommunurnar virka í mun til landið. Semja var um, at kommunurnar eru tær, sum verða avgerandi fyri menningina í londunum í framtíðini. Tað er í kommununum, at neyðugu samstørvini verða skapt, og sum røkka langt út í heim.

Annika Olsen nýtti eisini høvi at fegnast um, at føroysk sendistova verður stovnað í Ísrael í næstum. Hetta fekk áhoyrararnar at skera í fagnaðarróp.

Kelda: torshavn.fo

 

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022