ÍSRAEL TAKKAR FØROYINGUM

Fyrstu ferð í 2000 ár er Ísrael nú bústaður hjá meirilutanum av øllum heimsins Jødum, men tó hevur ALIYAH (at Jødar flyta heim) hægstu raðfesting í Ísrael.

20. februar 2020

Síðan 2006 hava Vinafelagið Føroyar-Ísrael og Føroyska Ísraelsmissiónin samstarvað undir navninum HJÁLP JØDUNUM HEIM.

Nógvir føroyingar hava teknað seg at stuðla fast, hvønn mánaða, og onnur stuðla av og á.

Allur stuðul fer óskerdur til ísraelska felagsskapin KEREN HAYESOD, sum, í tøttum samstarvi við ísraelska statin, hjálpir Jødum heim til Ísraels at búgva. Hetta umfatar sjálvan flutningin, fyribils bústað, frálæru í hebraiska málinum og onnur praktisk viðurskifti, so sum at royna at finna arbeiði og síðan fastan bústað.

Vit hava við egnum eygum sæð, hvussu ómetaliga væl verður tikið ímóti hesum nýggju tilflytarunum. Teir verða umfevndir við kærleika frá fyrsta degi.

Tá ið eitt ella tvey ár eru liðin, hevur stórur partur av hesum nýggju íbúgvunum funnið seg til rættis í nýggja heimlandi sínum. 

Samanlagt, hava føroysku feløgini megnað at stuðla við kr. 1.790.000,- hesi árini.

KEREN HAYESOD varð stovnaður í London í 1920 og verður 100 ár í apríl mánaði, komandi.

KEREN HAYESOD hevur eina norðurlendska deild fyri vinir Ísraels. Noam Bedein, sum var í Føroyum í fjør, er leiðari í hesi deild, sum umfatar Grønland, Ísland, Føroyar, Noreg, Svøríki, Danmark, Finland og Áland.

Noam takkar hjartaliga fyri stuðulin, og letur heilsa føroyingum, sum stuðla so dyggiliga.

Framvegis er ein støðugur streymur av jødum, sum flyta til Ísraels:

Í 2017, íalt 28.220                               Í 2018, íalt 29.600                               Í 2019, íalt 34.000

Síðan 2010 eru íalt uml. 255.000 jødar fluttir til Ísraels.

 

"Hann skal .... savna hinar burtriknu menn Ísraels og sanka hinar sundurspjaddu kvinnur Juda, úr hinum fýra hornum jarðarinnar."  Es. 11,12

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022