14. mai - Frælsisdagur Ísraels

Í dag eru 72 ár liðin síðan nútíðarstaturin Ísrael varð stovnaður. Tá ið vit hugsa um allar fíggindar Ísraels, so er tað einki minni enn eitt undur Guds, at landið enn er til!

14. mai 2020

Í bókini "ÍSRAEL - land lyftisins og vit" greiðir Petur W. Háberg, sáli, (í 1968), soleiðis frá hesum serstaka degi í 1948, tá ið David Ben-Gurion las frælsislýsing Ísraels:
"15. mai nærkast, og onglendingar sleppa landinum, sleppa ábyrgdini og fara við stórum parti av herliðum sínum og lata arábar fáa tey vápnini, sum skuldu vera eftir, og teir eru ísraelsmonnum meinir á mangan hátt."
David Ben-Gurion, hesin maðurin, sum er so sterkur í Skriftunum, sigur - nú teir sita saman har sum eitt tjóðarráð, at "tað er nú - ella aldri."
So gjørdu teir av 14. mai kl. 16.00 seinnapartin, at teir skuldu koma saman í listasavninum í Tel Aviv - og har komu bilar koyrandi ymsastaðni frá. Teir royndu at halda tað loynililgt, so at arábisk flogfør ikki skuldu finna uppá at bumba teir.
37 limir vóru í ráðnum, og 100 vórðu innbodnir; teirra millum nakrir álítandi tíðindamenn úr vesturheiminum - og har stóðu so menn frá Hagana, sum høvdu klárað seg væl í bardøgunum; teir stóðu heiðursvakt uttanfyri, og skjótt fingu teir meir at gera við hermótið enn at standa heiðursvakt.
"Og hetta var", sigur David Ben-Gurion, "ein heimssøguligur dagur", men eg haldi, at hann var merkisdagur, bæði á jørð og í Himli. 
So sungu teir fyrst "Hatikva" (Vónin), sum er tjóðsangur teirra, og snýr seg um hesa vónina at venda aftur til Jerusalems og vónina at koma aftur til landið. Vónina um Messias, sum koma skal.
Teir sungu hann, og so fór Ben-Gurion upp á pallin, og hann las frælsisbrævið, sum tekur eina góða løtu at lesa.
Har varð skrivað um sundurspreiðing jødanna øll hesi mongu ár og um vónina, ið hevur hildið teimum uppi, og nevndi millum annað, at tjóðin hevði tann framíhjárætt at geva heiminum Bíbliuna, bók bókanna, sum teir søgdu har.
Í samfelagnum skuldi ráða frælsi, rættvísi og friður eftir teimum reglum, sum profetar Ísraels í fornum døgum stungu út.
Og so endar tað við at siga - hatta er nevniliga umrøtt, og hetta vóru teir ójavnir á máli um, "skulu vit brúka Guds navn í hesi frælsiskunngerðini í dag?" Ikki var full semja, men David Ben-Gurion sigur: "Vit koma aftur til Bíbliunnar land, og skulu vit ikki nevna tann Gud, sum talar ígjøgnum Bíbliuna í kunngerð okkara um, at staturin er endurreistur? Jú, víst skuldu teir tað."
So siga teir!: "Í áliti á Klett Ísraels skriva vit sjálvir undir hesa yvirlýsing á hesum bráðfeingis ríkisfundi á heimlandsins jørð í býnum Tel Aviv við byrjan sabbatsins hin fimta dagin í árinum 5708 - 14. mai 1948."
So kunnu vit meta um, hvussu mikið er politiskt, tjóðskaparligt ella andaligt av hesum."
Tá ið Ben-Gurion, sum var vorðin forsætisráðharri fyribils, var liðugur at tala, sungu teir Hatikva aftur, og tá var tað ein heilt annar andi. Nú sungu teir hann veruliga í sínum egna landi, í Ísraelslandi.
Og so fór Rabbi Maimon, ið var komin úr Jerúsalem og var útnevndur til mentamálaráðharra, upp á pallin, og tár runnu niður eftir andliti hansara, tá ið hann las hina stóru takkarbønina og takkaði Gudi fyri, at Hann hevði ført Ísrael fram til henda dag; og tá ið hann segði: "Prísaður verði Gud, sum hevur latið okkum uppliva henda dag", róptu øll AMEN, eins og Móses fekk fólkið at rópa á Móabsheiðum á sinni."   

Hoyr Hatikva her:  https://www.youtube.com/watch?v=c_9N1ldPtQ8

 

HATIKVA, Tjóðsangur Ísraels

Nær so enn í barmi rætt
eittans jødiskt hjarta slær,
meðan spent í eysturætt
tráandi eitt eyga sær,
   fer vár vón ei burt at svinna,
   vón várs fólks í útlegd fjalt:
   Mistan arv vær skulum vinna,
   Dávids bý og landið alt!

Alla stund, ið bar til skjals
vári tár so heit og trá,
meðan synir túsundtals
funnust deyðum fedrum hjá,
   mundi vón vár burt ei svinna,
   vón várs fólks í útlegd fjalt:
   Mistan arv vær skulum vinna,
   Dávids bý og landið alt!   

Altíð, um vit elska hátt
fedrafold og vára tjóð,
torga trúgv á strangan Drott,
at Hann miskunn vísir tó,
   fer vár vón ei burt at svinna,
   vón várs fólks í útlegd fjalt:
   Mistan arv vær skulum vinna,
   Dávids bý og landið alt!   

Brøður, hoyrið orð og spá,
handan høv og lond mær rist!
Vónin livir, doyr hon, má
síðsti jødin doyggja fyrst.
   Ei fer vón vár burt at svinna,
   vón várs fólks í útlegd fjalt:
   Mistan arv vær skulum vinna,
   Dávids bý og landið alt!   

N. N. Imber (1856-1909)
Ismar Joensen týddi úr norskum   

dp

 

   

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022