SEKS "UNDUR-DAGAR"

Í dag, 5. juni eru liðin 53 ár síðan Seks-daga kríggið í Miðeystri.

Kl. 7:15 ísraelska tíð, tann 5. juni 1967, brast 6-daga kríggið á. Nakrar fáar tímar seinni, var kríggið vunnið - Hetta kríggið, sum broytti framtíðarmyndina av Miðeystri fullkomiliga.

05. juni 2020

Ein heilsan frá Shmulik Fried, Director Keren Hayesod Friends of Israel:

Tríggjar vikur frammanundan, var Egyptaland farið undir at flyta tíggjutúsundtals hermenn, vápnaðir við framkomnastu hernaðarútgerð inn í Sinal-hálvoynna, sum var avvápnað øki, og nærkaðist sostatt ísraelska markinum.

Egyptaland undirskrivaði hernaðaravtalu við Sýria, Jordan og Irak. Øll hesi lond fluttu síðan herlið síni móti ísraelska markinum.

Ímóti altjóða lóg stongdi Egyptaland Tiran-sundið fyri ísraelskari skipaferðslu.

Í arabiskum býum róptu uppøstar mannamúgvur um at fara í heilagt krígg og beina fyri Ísrael.

ST tók aftur friðarvarveitandi herlið síni úr Gaza og frá Suezveitini. Amerika segði seg uttanveltað at vera og noktaði at koma Ísrael til hjálpar. 22 ár eftir Holocaust stóð Ísrael aftur "við rygginum ímóti múrinum", og heimurin bara hugdi at.

Allar vegir sá svart út fyri Ísrael, sum í síni 19-ár síðan endurstovnanina, longu tvær ferðir hevði stríðst fyri lívinum í sjálv-verju kríggi ímóti fíggindum sínum.

Ísrael var kringsett á fýra hermótum, niðurpínt og veikt hernaðarliga. Egyptaland var útgjørt við mest framkomnari rakett-útgerð í øllum Miðeystri, meðan tey flestu ísraelsku flogførini vóru eldri fronsk flogfør. Framkomin russisk MIG-flogfør hjá Egyptalandi vóru regluliga at síggja í loftrúminum millum Egyptaland og Ísrael.

Ísrael, við sínum 2,5 milliónum íbúgvum, í einum "havi" av 10-tals milliónum av fíggindasinnaðum arabum, væntaði at missa upp ímóti 100.000 fólk og roknaði við, at noyðast at brúka tjóðarparkir til gravstaðir afturat kirkjugørðunum.

Men ein røð av undrum, sum ikki kunnu greinast við vanligum viti og skili, broytti alt.

"Ikki við styrki og ikki við kraft, men við Anda Mínum - sigur HARRIN Gud herskarðanna" (Zak. 4,6).

Um morgunin 5. juni setti ísraelska verjan (IDF) "Operation Moked" í verk. Mest sum alt ísraelska flogvápnið fór ímóti egyptisku flogstøðunum.

Sjálvt um teir flugu ógvuliga lágt, fyri ikki at verða sæddir av radarum, var tað ein jordansk støð sum sá teir og ávaraði egyptar í einum loyniligum boðum. Dagin fyri var egyptiski loyni-frekvensurin broyttur, og tað høvdu jordanar ikki fingið við. Sostatt komu boðini ikki fram.

Har afturat, júst tá ið Ísrael leyp á, vóru egyptisku, jordansku og irakisku ovastu hernaðar-leiðarar á flogi til Sinai, at síggja tá ið egyptar gjørdu innrás í Ísrael. Teir góvu tí øllum loftverjukanónum boð um ikki at skjóta, uttan tær fingu beinleiðis boð um tað.

Soleiðis, kl. 7:45, komu ísraelski flogførini til flogstøðirnar í Egyptalandi, og beindu har fyri meira enn 200 flogførum.

Eitt ísraelskt álop var afturat, og oyðilegði restina av egyptiska flogvápninum, sjálvt um egyptiska loftverjan tá var virkin.

Um leið kl. 11:30 komu øll (undantikið átta) tey 450 ísraelsku flogførini í øllum góðum aftur til flogstøðir sínar.  

Eftir henda lemjandi ósigur Egyptalands, lupu aðrar arabiskar herdeildir, óskiljandi, á Ísrael, sum svaraði aftur og beindi fyri tveimum triðingar av sýriska flogvápninum og mest sum øllum tí jordanska.

Teir næstu seks dagarnar endurvann Ísrael sær stóran part av søguliga heimlandi sínum; eisini halga staðin Jerusalem, har nærum eingin mótstøða var, tí at fígginda-herliðini vóru fyri ongum.

Allar hesar seks dagarnar vóru veldig undur í hesum drama, sum skelkaði allan heimin, tá ið Gud herdi hjørtu fígginda Ísraels.

Eftir 6-daga kríggið kom ein stór alda av tilflytarum, tá ið jødar kring allan heim viðurkendu, at endurloysing jødanna er fyri durum.

Saman við tykkum gleðast vit í takksemi til Gud fyri at hann heldur síni lyfti.

Við ynski um Shabbat Shalom og signing frá Zion.

Shmulik Fried
Director Keren Hayesod Friends of Israel

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022