Ein avbjóðing til tín!

Vinur okkara í Keren Hayesod, Shmulik Fried, sum er leiðari í deildini "Vinir Ísraels kring knøttin", gevur okkum hesa avbjóðing:

Góði lesari! Eg kundi hugsað mær at sett tær ein spurning: Í 4. Mós. kap. 13, eru teir 12 njósnararnir, sum Móses sendi inn at kanna Ísraels land, nevndir við navni. Teir vóru allir framstandandi menn; leiðarar fyri tær 12 ættirnar.

24. juni 2020

Minnist tú nøvnini á teimum?
Sjálvur minnist eg ikki nøvnini á hesum týdningarmiklu monnum - og eg eri vísur í, at tú heldur ikki gert tað - undantikið Josva, sonur Nun, og Kaleb, sonur Jefunne.

Og veitst tú hví? Tí tey, sum tosa ilt um Ísraels land og makaleysu lagnu tess, fara í søgurnar gloymsku, meðan minnið um tey, ið elska Ísraels land og fólk tess, livir framhaldandi!!!

Vit síggja ídag eitt beiskt hatur ímóti Ísrael; og hetta hatur hevur spjadd seg um allan heim. Politikarar, navnfram listafólk, mentaðir hugsarar og fjølmiðlar eru hvørt verri enn annað, at spreiða ónt slatur og lygnir um Jødiska statin.

Sum teir 10 njósnararnir, ið tosaðu ilt um landið Ísrael – landið, ið er Guðs eygnasteinur – eru eisini tey, ið tosa ilt um Ísrael í dag, undir somu lagnu, at minni teirra verður týnt úr søguni, meðan tey, sum elska Ísrael hava uppiborið serligu signing Guds. 

Í dag síggja vit við egnu eygum okkara, hvussu forsjón Guðs leiðir og verjir Ísrael! Bara fyri 200 árum síðan búðu einans 6000 jødar í landinum Ísrael. Tær tvær seinastu øldirnar, er fólkatalið vaksið fleirfaldað, soleiðis at fólkatalið nú er omanfyri 6,7 milliónir – 45% av øllum jødunum í heiminum. Í hesum tíðarskeiði varð Heilaga Landið broytt frá at vera eitt óvelt oyðiland til eitt blómandi land í støðugari menning.

Bara tey seinasti 10 árini eru 255.000 nýggir tilflytarar komnir til Ísraels (gjørt Aliyah) - úr 150 ymiskum londum - úr fjarskotnum londum, so sum Bulgaria, Ekvador, Luxemburg, Japan, New Zealand og Suður Afrika – stutt sagt úr øllum fýra hornum jarðarinnar. Árið 2019 setti met við umleið 35000 nýggjum tilflytarum, sum er tað mesta seinastu 10 árini.

Og talið fer væntandi at vaksa uppaftur meira.

Ráðharri Ísraels fyri Aliyah og móttøku av tilflytarum, Pnina Tamano-Shata, sum sjálv er tilflytari úr Etiopia, kunngjørdi, at Ísrael fyrireikar eina nýggja bylgju úr øllum heiminum – 90.000 Olim (tilflytarar), teir komandi 18 mánaðirnar. Hon fyrireikar eina fimm ára ætlan, sum skal virka fyri Aliyah úr øllum heiminum.

týtt: tj/dp 

 

 

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022