Sendistovan í Tel Aviv - fyribils

Í gjár, mikudagin 22. juli 2020 hitti Jenis av Rana, uttanríkisráðharri ísraelska sendiharran í Danmark, Benny Dagan, sum fegnaðist um ætlanina at lata upp føroyska sendistovu í Ísrael.

23. juli 2020

Jenis av Rana og ísraelski sendiharrin í Ísrael,Benny Dagan, á fundi í Keypmannahavn í gjár

Hann var ræðuliga glaður, tí hann veit, hvørja støðu, føroyingar hava til Ísrael. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum. Nú hann var í Danmark og á fundi við amerikanska uttanríkisráðharran, nýtti hann eisini høvið til at hitta ísraelska sendiharran í Danmark, Benny. Dagan, har teir báðir tosaðu um ætlanina at seta eina føroyska sendistovu í Ísrael.

– Hann hevði biðið um ein telefonfund við meg um føroysku sendistovuna í Ísrael, men nú eg var í Danmark kortini, avtalaðu vit at hittast andlit til andlits á føroysku sendistovuni í Keypmannahavn, sigur Jenis av Rana.

– Benny Dagan var ræðuliga glaður um føroysku ætlanina at stovna eina sendistovu í Ísrael tí hann veit alt um, hvussu góðir føroyingar eru við Ísrael, og at tað eru nógvir føroyingar, sum ferðast til Ísrael, sigur landsstýrismaðurin.

– Fyri tey hevur tað stóran týdning, at onnur lond viðurkenna Ísrael við at stovna sendistovu har, eisini hóast talan er um eitt lítið land sum Føroyar, sigur Jenis av Rana.

– Eg bað hann geva mær nakrar grundgevingar fyri, hví vit áttu at hava føroyska sendistovu í Ísrael, men hann svaraði stutt: Hví ikki?

– Hann segði, at tað hoyrir einum framkomnunum samfelagi til at hava gott samband við onnur lond, og serliga lond, ein er góður við, og er á bylgjulongd við, so hann heldur, at tað er sjálvsagt, at vit hava eina sendistovu har.

Hann vísti eisini á, at Ísrael er í fremstu røð á ymsum hátøknliga økinum, so, eisini innan heilsuverk, framleiðslu av heilivági, og øðrum, so hann helt avgjørt, at føroyingar kundu fingið gagn av eini føroysku sendistovu í Ísrael.

Jenis av Rana sigur, at greiddi sendiharranum frá, at endamálið er at stovna føroyska sendistovu í Ísrael í november, men tað er eisini treytað av, hvussu støðan viðvíkjandi korona, verður.

Og tað er eisini greitt, at føroyska sendistovan verður í Tel Aviv og ikki í Jerusalem, sum Jenis av Rana annars droymdi um.

– Bæði í Føroyum, og í Danmark, er politisk mótstøða ímóti at leggja sendistovuna í Jerusalem og eg vil ikki missa sendistovuna á stokkinum, við at tvíhalda um at hon skal vera í Jerusalem, sigur Jenis av Rana. Tí verður hon stovnað í Tel Aviv, men so kunnu vit altíð arbeiða fyri at flyta hana til Jerusalem seinni, leggur hann afturat.

Hinvegin er tað ikki greitt enn, um føroyska sendistovan verður inni á donsku sendistovuni í Ísrael, ella um hon verður í sjálvstøðugum hølum, men við tilknýti til donsku sendistovuna.

– Danska stjórnin er opin fyri at hon skal fáa høli inni á donsku sendistovuna. Tað kann hava sínar fyrimunir, tí har eru øll trygdarviðurskifti, sum tey eiga at vera, sigur landsstýrismaðurin.

– Men vit skulu kortini rinda leigu, so fyri tað kann hon verða í sjálvstøðugum hølum, og tað hóvar mær betur, tí tað gevur okkum eina størri kenslu av at vit eru ein sjálvstøðu sendistova.

– Men sum ríkisrættarligu viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark, eru, má okkara sendistova verða knýtt at donsku sendistovuni fyri at sendifólki kann hava diplomatiska tign, sigur Jenis av Rana.

Løgtingið hevur longu játtað pening til føroyska sendistovu í Ísrael.

Kelda:  in.fo  Áki Bertholdsen
23.07.2020 (09:40)

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022