Týdningarmiklir menn í Ísrael

Tað er so ómetaliga nógv sum knýtir jødarnar til landið Ísrael. Bíblian – Orð Guds - greiðir frá søgu jødanna, bæði í fortíð, nútíð og framtíð. Og tað er eingin tjóð á jørðini, sum er so væl søguliga skjalfest.

26. juli 2020

Gjøgnum søguna, eru gjørdar mangar avtalur, sum staðfesta krav og rætt jødanna til landið Ísrael. Ábraham keypti Hebron og Dávid keypti Jerúsalem. Jákup rindaði fullan prís fyri Nablus. Alt hetta varð gjørt við vitnum og skeytum.
Tá ið jødarnir seinast í 1800-árunum komu aftur til Ísraels, keyptu teir stór landaøki, sum var byrjanin til "Kibbuts-lívið" í Ísrael.
Jeremias profetur skrivar í kap. 32 ørindi 44 soleiðis: “Ja, jørð skal verða keypt fyri pening, keypibrøv skulu verða skrivað og innsiglað, og vitni tikin – í Benjaminslandi, í landinum rundan um Jerúsalem og í býum Juda, býunum, bæði í fjallalandinum, láglendinum og Suðurlandinum. Tí Eg skal leiða heimaftur hini herleiddu teirra – sigur HARRIN.”

Í Basel í Týsklandi ár 1897, arbeiddi jødin, Theodor Herzl, í vónini, um tjóðina Ísrael. Nøkur ár seinni finna vit nøvn sum Chaim Weismann og Generalin Edmund Allenby.

Tá ið bretar bardust móti týskarum við markið millum Frakland og Belgia í 1915, vóru bretar komnir í eina trupla støðu, tí krútið, sum teir nýttu, gav so nógvan royk frá sær, og á tann hátt gjørdust teir eitt lætt mál hjá fíggindanum at síggja og raka.
Tá var tað at jødiski kemi-professarin Weismann –eftir stuttari tíð – megnaði at gera “tað” kemiska evnið – sum minkaði um roykin og hitan av vápnunum, sum bretar nýttu. Eisini legði hann eina “strategi” fyri, hvussu bretar skuldu bera seg at.
Alt hetta hevði við sær, at Allenby Generálur at enda kundi taka býin Jerúsalem.
Tá ið bretski statsleiðarin spurdi Weismann, hvat hann kundi geva honum sum viðurlag fyri tað, sum hann hevði gjørt fyri bretska fólkið, svaraði Weismann: “Eg havi bert eittans ynski, og tað er eitt tjóðskaparligt heimland fyri fólk mítt!” Sostatt gjørdist “Balfourd” avtalan frá 1917, lønin fyri avrikið hjá jødiska kemi-professaranum, tí við henni kom gongd á Sionismuna í Ísrael.
Um Edmund Allenby generál, kann annars sigast: 25. nov. 1917 stóð hann uttanfyri Jerúsalem. Ensk og týsk flogfør høvdu verið í stríði um býin, og Allenby hevði leingi verið í bøn til Gud um støðuna. Hann sendi fjarrit til London við spurninginum, um hann skuldi leypa á Jerúsalem? - Svarið hann fekk var “Bið!.”
Generalurin fekk eitt bíbliuorð, sum stillaði hann; nevniliga úr Esaiasar bók. Kap. 31 ørindi 5, sum sigur: “Sum fuglarnir breiða út veingirnar, so skal HARRIN Gud herskaranna verja Jerúsalem, verja og frelsa, leypa um og bjarga.”
Á tann hátt var Jerúsalem tikið, uttan at eitt einasta skot varð latið av.
Tað er sera týdningarmikið at generálar og statsleiðarar kenna bønarleiðina!
Í eftirtíðini eru tað mong sum hava sagt, at jødarnir hava onga framtíð í Ísrael. MEN GUD Ísraels sigur nakað heilt annað, nevniliga í Amos kap. 9 ørindi 15, har tað stendur:
“Eg skal planta tey í landi teirra, og aldri aftur skulu tey verða rykt upp úr landi sínum, sum Eg havi givið teimum – sigur HARRIN Gud tín!

Kári Kjelnæs týddi úr enskum.

 

Mynd: General Edmund Allenby gongur inn um Jaffa Portur og tekur Jerusalem, uttan at eitt einasta skot verður latið av.

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022