MÆLIR TIL AT BLÁSA Í LÚÐUR Á TEMPULFJALLINUM

Fyrrverandi Knesset limur, Yehudah Glick hevur biðið um loyvi at blása í lúður (Shofar) á Tempulfjallinum allan fyrireikingarmánaðin (Elul) til jødiska nýggjárið (Rosh Hashanah).

25. august 2020

Yehuda Glick, leiðari í ”Shalom Jerusalem Foundation”, hevur í brævi til økisløgregluovastan í Jerusalem, Doron Yadid, søkt um loyvi at blása í lúður á Tempulfjallinum við byrjan Rosh Hashanah og allan Elul mánað.

”Vit eru í byrjanina av Elul mánaði og frammanfyri okkum er halga tíðin, Rosh Hashanah, Yom Kippur (Bótardagurin) og Sukkot (Leyvsalahøgtíðin). Sum vit vita, so áleggur Torah okkum at blása í lúður og tað hevur verið siður í Ísrael frá fornari tíð; at blása í lúður hvønn dag í Elul mánaði”, segði Yehudah Glick.

Hann samanber Koronapláguna við Grashoppupláguna á døgum Jóels profet: ”Blásið í horn á Zion, blásið harðblástur á heilaga fjalli Mínum” - Jóel 2:1.

Í brævinum sipar hann eisini til rabbinaran Sholomo Goren, ið var høvuðsrabbinari í Ísraelska herinum undir Seks daga krígnum, og sum talaði fyri at blása í lúður á Tempulfjallinum.

”Sæð í ljósinum av tí sváru plágu, sum er komin yvir okkum og havandi í huga, at vit eru í Elul mánaði og at høgtíðir eru fyri framman, heiti eg á tykkum, at loyva lúðrablástri á Zion, sum er Tempulfjallið, á Rosh Hashanah og meðan Elul dagarnir eru", skrivar Glick til løgregluovastan.

”Sjálvandi, við tí fyri eyga, at staðið er heilagt og málið er týðningarmikið, vilja vit ikki fara fram við loynibrøgdum (sum rabbinarin Moshe Zvi Segal á sinni royndi (undir bretska mandatinum, áðrenn staturin Ísrael varð stovnaður). Í ljósinum av tí, sum eg havi skrivað, heiti eg á tykkum, at geva okkum eina ávísa tíð og stað á fjallinum, har vit trygt kunnu blása í lúðurin, uttan at verða órógvað”, legði Glick afturat.

Kelda: Arutz Sheva

Týtt: tj  

 

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022