Sameindu Arabisku Emiratini hava endað sítt boykott ímóti Ísrael.

Sameindu Arabisku Emiratini taka upp diplomatiskt samstarv við Ísrael og hava endað sítt boykott móti Ísrael.

Tað stendur í eini yvirlýsing frá Khalifa bin Zayed Al Nahayan, forseta, skriva fleiri vesturlendskir miðlar.

30. august 2020

Endamálið er at styrkja sínamillum samstarvið ímillum Ísrael og Emiratini, sum samstundis verður fyrsti staturin við Persiaflógvan, sum fær vanlig diplomatisk viðurskifti við Ísrael.

Palestinska sjávstýrið hevur fordømt avtaluna ímillum Ísrael og Sameindu Arabisku Emiratini.

Tað var amerikanski forsetin, Donald Trump, sum fyrr henda mánaðin kundi boða frá, at ein nýggj avtala var ávegis ímillum londini. Í hesum sambandi segði hann, at tað var ein partur av avtaluni, at Ísrael bindir seg til ikki at taka størri partar av Vestara áarbakka. Ísraelski forsetin, Benjamin Netanyahu (myndin) hevur seinni rættleitt hann og sagt, at hesar ætlanirnar verða útsettar og ikki avlýstar.

Kelda:  vp.fo

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022