Sameindu Arabisku Emiratini seta boykottið ímóti Ísrael úr gildi.

Harvið verður latið upp fyri handilsavtalum millum londini. Tað skrivar tíðindastovan Reuters. Hetta er enn eitt stig á leiðini til, at normalisera viðurskiftini millum londini.

30. august 2020

Londini søgdu 13. august, at tey ynsktu at normalisera viðurskiftini millum londini við einari avtalu, ið amerikanski forsetin Donald Trump var við til at fáa í lag.

Forsetin í Emiratinum, Khalifa bin Zayed Al Nahyan, kom við einari fráboðan um, at seta boykotti úr gildi, soleiðis at Sameindu Emiratini kunnu víðka um diplomatisku og handilsligi viðurskiftini við Ísrael.

Ísraelski uttanríkismálaráðharrin, Gabi Ashkenazi sigur, at Sameindu Emiratini hava tikið eitt týdningarmikið stig á leiðini móti friði, ið vil føra til búskaparlig og handilslig úrslit fyri fólki í báðum londunum, samstundis sum stabiliteturin í økinum verður styrktur.

Mánadagin verður fyrsta vinnuliga flúgvingin millum londini, tá eitt flogfar frá El Al Israel Airlines skal flúgva úr Tel Aviv til høvuðsstaðin í Emiratinum, Abu Dhabi.

Kelda:  portal.fo

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022