BAHRAIN OG ÍSRAEL SETA Í VERK FULT DIPLOMATISKT SAMBAND

Bahrain verður sostatt tað næsta landið í Flógvanum at fáa vanlig viðurskifti ílag við Ísrael, eftir tað at Sameindu Emiratini (UAE) og Ísrael samdust um tað tann 13 august.

12. september 2020

Boðini úr Hvítu Húsunum ljóðaðu, at Bahrain hevði tikið ímóti einari innbjóðing frá Trump forseta at vera saman við Ísrael og UAE til eitt hátíðarhald í Hvítu Húsunum í næstu viku (15 sept), har teirra søguliga friðaravtala verður undirskrivað.
Samstundis fara Netanyahu og uttanríkisráðharri Baharains Abdullahatif Al Zayani at undirskriva eina søguliga fráboðan um frið.
”Hetta er eitt søguligt gjøgnumbrot, sum fer at virka fyri friði í Miðeystri. Virka fyri og gera møguligt beinleiðis samband og bond millum hesi bæði máttmiklu samfeløg og teirra framkomna búskap; fer framhaldandi og sannførandi at broyta Miðeystur og økja um støðufesti, trygd og framburð í økinum”, ljóðaði fráboðanin úr Hvítu Húsunum.
Benjamin Netanyahu forseti segði, at hann var spentur at boða frá friðaravtalu við eitt annað arabiskt land – í hesum føri Bahrain.
”Tað gingu 26 ár frá tí næstu friðaravtaluni við eitt arabiskt land til ta triðju, og tað tók okkum ikki 26 ár, men 29 dagar, at fáa ein friðaravtalu ílag við eitt fjórða arabiskt land og fleiri eru í væntu” segði Netanyahu í eini útvarpsrøðu, send aftaná fráboðanini. ”Hetta er eitt nýtt tíðarskeið fyri frið - frið fyri frið - búskap fyri búskap” legði hann afturat.

Kelda: Arutz Sheva

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022