Ísrael "steingir" í tríggjar vikur

Fyri at minka smittuspjaðingina sleppa fólk í Ísrael ikki at fara longur enn 500 metrar heimanífrá, galdandi frá komandi fríggjadegi 18. september 2020.

13. september 2020

Hesum boðaði forsætisráðharri Ísraels, Benjamin Netanyah frá sunnudagin 13. sep. Hann hevur eisini biðið fíggjarmálaráðharran gera ein hjálparpakka til vinnuna, sum verður rakt av hesum tiltaki.
"Á stjórnarfundi í dag eru vit vorðin samd um hesi strongu tiltøk, at galda í tríggjar vikur. Møguliga kann hetta tíðarskeið verða longt eisini" segði Netanyahu í sjónvarpsrøðu í kvøld.
"Stongsulin" kemur í gildi 18. sept. kl. 12.00. Tað er tríggjar tímar áðrenn ísraelska nýggjárið byrjar og verður fagnað.
Samb. forsætisráðharran er Ísrael farið upp um 4000 nýggjar smittutilburðir um dagin.
Nærri verður kunnað komandi dagar. Ætlanin er, at í mesta lagi 10 skulu kunna savnast innardura og 20 uttandura.
Fólk hava loyvi at fara í mesta lagi 500 metrar heimanífrá, men hava tó loyvi at flyta seg millum heim og arbeiðspláss.
Skúlar og handilsmiðstøðir verða stongd, men smáu handlarnir sum selja hvønndagsvørur og apotekini verða tó opin.
Ísraelska fíggjarmálaráðið roknar við, at hesi tiltøkini fara at kosta landinum einar 12 milliardir í okkara peningi.
Hetta er aðru ferð at Ísrael noyðist at "steingja" landið av Korona; tað var í apríl mánaði og tá vóru tiltøkini uppaftur harðari. Tá minkaði smittuspjaðingin stórliga.
kelda: ritzau / eb.dk

Seinastu tíðindi

HB í Ísrael
04. august 2021
100 ára gamal fyri rættin
01. august 2021
Ísrael bjóðar triðja prikið
13. juli 2021
Áki Johansen tilnevndur sendimaður í Ísrael
12. juli 2021
Sendimaðu­rin funnin millum aðrar umsøkjarar
11. juli 2021
Sendimaðu­rin kunngjørdur fyrst í komandi viku
11. juli 2021
Ísrael: Pfizer er minni effektiv móti Delta-variantinum
05. juli 2021
John Rajani nýggjur løgmans­stjóri
29. juni 2021