Marknaður fyri fiskavøru í Ísrael

– Har er ein marknaður fyri fiskavøru, sum vit í Føroyum hava nógv av, sigur John Rajani, nýggi sendimaður Føroya í Ísrael

28. oktober 2020

– Uppgávan, at byrja eina sendistovu er avbjóðandi og spennandi, og at kunna menna samstarv millum Føroyar og Ísrael á tí vinnuliga og mentanarliga økinum og at kunna byggja nakað upp er ein stór og spennandi avbjóðing, sigur John Rajani, sum er settur í starvið sum sendifólk á Sendistovu Føroya í Tel Aviv í Ísrael frá 1. desember 2020 at rokna.

– Ísrael er eitt ríkt land í miðeystri, har búgva níggju milliónir, og til dømis útflytir Noregi umleið tað, sum svarar til 40.000 tons av kruvdum laksi til Ísrael. Tað svarar til helvtina av laksinum, sum vit framleiða í Føroyum, so har er ein marknaður fyri fiskavøru, sum vit í Føroyum hava nógv av, sigur John Rajani millum annað í Degi og Viku í kvøld.

– Eitt sendifólk hevur atgongd til stovnar, fyritøkur og myndugleikar og kann skapa netverk, sigur hann.

John Rajani var sendimaður í London frá 2002 til 2005, og hann var við til at byggja sendistovuna í London upp.

Kelda:  in.fo  

Mynd: KvF

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022