Tjóðartingið í Ísrael um at skriva út nýval

Miðflokkurin Bláu og Hvítu, sum er við í stjórnarsamgonguni, atkvøddi fyri at skriva út nýval.

Kelda. in.fo Eirikur Lindenskov 02.12.2020 (19:55)

02. desember 2020

Skroypiliga stjórnarsamgongan er um at fella. Miðflokkurin Bláu og Hvítu og leiðari floksins, Benny Gantz (myndin), stuðlaðu í dag einum uppskoti um nýval – tað fjórða í bara tvey ár. - Foto: Alex Kolomiensky/Ritzau Scanpix

Skroypiliga stjórnarsamgongan í Ísrael hevur í dag tikið stig til at skriva út nýval. Tað hendi við, at tjóðartingið fyribils hevur góðkent eitt uppskot um at upploysa tjóðartingið.

Uppskotið fekk stuðul frá miðflokkinum Bláu og Hvítu og leiðara floksins, Benny Gantz. Bláu og Hvítu er við í stjórnini undir leiðslu av Benjamin Netanyahu úr høgraflokkinum Likud.

Gantz, sum er verjumálaráðharri, hevur í eini røðu lagt Netanyahu undir bara at hugsa um egin áhugamál, sum hevur ført ført við sær, at Ísrael er uttan fíggjarlóg undir djúpari búskaparkreppu vegna koronufarsóttina.

Uppskotið um at skriva út val varð sett fram av andstøðuni og samtykt við 61 atkøvðum fyri og 54 ímóti takka verið stuðulin frá Bláu og Hvítu. Uppskotið kemur ikki gildi, fyrr enn tað hevur verið ígjøgnum fleiri atkvøðugreiðslur.

Trý tjóðartingsval hava verið í Ísrael seinastu tvey árini.

Borgarligi Likud-flokkurin hjá Netanyahu skipaði stjórn eftir síðsta val í mars í eini samgongu við Bláu og Hvítu og leiðara floksins, Benny Gantz. Sambært samgonguavtaluni skuldi stjórnin gera eina fíggjarlóg fyri tvey ár.

Men vegna koronufarsóttina skjeyt Likud upp, at tað skuldi atkvøðast um tvær ymsar fíggjarlógir. Tað avvísti Benny Gantz, og ósemjan um búskapin og fíggjarætlanina kann nú føra til enn eitt val. Tað fjórða valið í tvey ár.

Viðurskiftini millum stjórnarflokkarnar, sum hava verið mótstøðuflokkar á fleiri valum, hava verið merkt av togtogan og stríði síðani byrjan.

Netanyahu er skuldsettur fyri mutur og álitisbrot, og Gantz ákærir hann fyri loynliga at sabotera stjórnarsamstarvið fyri at halda rættarmálinum frá sær.

Eitt rættarmál ímóti Netanyahu byrjaði í mai, men øll tilgongdin síðani hevur verið merkt av útsetinginum. Næsti rættarfundur við vitnisavhoyringum er settur til januar.

Um Netanyah verður funnin sekur í ákærunum, sum eru reistar ímóti honum, kann hann verða dømdur tíggju ár í fongsul. Hann noktar at hava gjørt nakað ólógligt og sigur, at hann er fyri politiskari forfylging.

/ritzau/AFP

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022