416 tilflytarar úr Etiopia

Operation Tzur Israel flutti 416 nýggjar tilflytarar úr Etiopia heim til Ísraels hesa vikuna.

03. desember 2020

Góðu vinir Keren Hayesod's í Føroyum,

vit fegnast um at bjóða 416 tilflytarum úr Etiopia vælkomnum til Ísraels hesa vikuna. Teir hava ikki havt tað gott og hava bíðað leingi eftir hesi ferð heim.

Hesir nýggju tilflytararnir eru teir fyrstu av 2000 etioparum, sum ísraelska stjórnin hevur givið loyvi at flyta á vári 2021.
Keren Hayesod, saman við Jewish Agency og Innflytingarmálaráðnum fer nú at taka sær av teimum og stuðla teimum fyrstu tíðina.

Hesi komu til Ísraels í Korona kreppuni, nú landið er afturlatið. Familjur teirra sluppu ikki at fylgja teimum út á flogvøllin í Etiopia.

Henda fyrsta flogferðin við nýggjum tilflytarum verður nú hátíðarhildin við stórari gleði, tí hon er av sonnum ein stórhending.

Í røðu sínari á flogvøllinum segði Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri Ísraels: "Tit hava bíðað leingi við hesum dreymi, og nú er hann gingin út - vælkomin heim."

Shalom
Keren Hayesod  

 

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022