Tá ið dreymar gerast veruleiki (1)

Svenning av Lofti skrivar: Tá ið stórtíðindini spurdust um, at føroysk umboðsstova í Ísrael var í ljósmála, fegnaðist eg saman við so mongum her á landi. Tí seinastu 43 árini havi eg verið ferðaleiðari í Ísrael og leitt nakrar túsund av londsmonnum mínum gjøgnum hetta serstaka landið.

29. desember 2020

Mong gleddust. Men ikki allir flokkar á løgtingi gleddust saman við okkum, at vit sum tjóð kundu taka hetta stig. Onkur av flokkunum metti tað vera betri at nýta ásettu peningaupphæddina fyri stovnsetan av føroyskari umboðsstovu í Ísrael, til okkurt annað endamál?

Tey fólkini, ið stovnaðu ísraelska státin í 1948, vóru – mestsum øll - menn og kvinnur í ísraelska arbeiðaraflokkinum.

Nøkur av teimum kendastu eru David Ben Gurion, Yigal Allon, Chaim Weismann, Moshe Sharett, Levi Eskol og Golda Meir, sum hevði fleiri ráðharrastørv, var sendiharri Ísraels í Russlandi, forsætisráðharri og uttanríkisráðharri Ísraels árini 1956-66.

Flestu okkara - eisini flokkar og tingmenn - hava aloftast egnar hugsanir um hvussu almennur peningur eigur at verða nýttur. Seinasta dømi var filmurin, sum Jenis av Rana mentamálaráðharri ikki vildi lata almennan pening til, vegna ljóta málnýtslu. Tøkk fyri tað, Jenis.

Vit føroyingar hava umboðsstovur víða um heim. Ongantíð veit eg meg hoyrt tingfólk siga, at peningurin varð betri nýttur til annað endamál – uttan nú - tá ið tað snúði seg um at lata sendistovu upp í Ísrael!!!

Eg hevði væl skilt, um menn vóru ivasamir at seta á stovn føroyska sendistovu í Peking.

Kommunistiska Kina er kent fyri at knúska øðrvísi hugsandi og demokratiskar rørslur.

Kristnir leiðarar verða íðiliga settir í fongsul – og summir komu ongantíð aftur fyri dagsins ljós.

Men umboðsstova Føroya í Ísrael er nú ein staðfestur veruleiki.

Við hesum stigi er ein av einum av mínum persónligum dreymum vorðin veruleiki.

Hetta gleðir meg almikið.

Hetta er eitt stig á leiðini í góðu viðurskiftum okkara við Ísrael og jødiska fólkið. Hesi viðurskifti hava – á serstakan hátt - verið støðug og ment seg síðani 1973, tá fyrsta føroyska bólkaferðin varð gjørd til Ísraels – og tær ferðir, sum hava verið gjørdar siðani.

Fegin og takksamur, at fáa møguleikan at vera við á fyrstu føroysku bólkaferðini í Ísrael, somuleiðis at hava verið við at byggja upp góðu vinabondini og gagnligu menningina millum londini bæði.

Enn eru stig, ið bíða eftir at verða tikin fyri at náa enn longur fram á mál í samskiftisviðurskiftum okkara við Ísrael.

Enn eru dreymar, ið bíða eftir at gerast veruleiki!!

Svenning av Lofti

 

Kelda:  vp.fo  

 

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022