Ísrael koppsett 1 mió.

Tað gongur við rúkandi ferð at koppseta ísraelar. Umleið 150.000 verða koppsett um dagin

02. januar 2021

Ísrael er á odda í kappingini um at koppseta fólk. Sambært BBC hava ísraelar megnað at koppseta meira enn eina millión fólk fyrstu ferð fyri koronavirus. Tað er eitt koppsetingartal á 11.55 fyri hvørji 100 fólk. Til samanberingar hava fólk úr Bahrain eitt koppsetingartal á 3.49 fyri hvørji 100, og Stórabretland eitt tal á 1.47 fyri hvørji 100 fólk, vísir ein kanning, sum verður gjørt í samstarvi við lærda háskúlan í Oxford.

USA ov seinir

USA, ið er hart rakt av korona virus rakk ikki endamálið við at koppseta 20 mió. áðrenn 2021. Bert 2,78 mió. amerikanar hava fingið fyrstu koppsetingina.

Ísraelar koppseta umleið 150.000 fólk um dagin, og hava gjørt tað líka síðani 19. desember. ísraelar vóru millum tey fyrstu, sum tóku upp samráðingar við Pfizer-BioNtech um koppingarevni, og tryggjaðu sær koppsetingar tíðliga.

Benjamin Netanyahu, sum hevur sitið sum forsætismálaráðharri, og sum stillar upp til valið, metir, at Ísrael longu kann hava koppsett allar borgarar í februar.

Kelda:  kvf.fo  Heini Gaard

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022