Fyrstu ferð eg fekk eina kenslu av máttloysi

Pól Huus Sólstein skrivar: Fyrstu ferð eg fekk eina kenslu av máttloysi og vónloysi og meiningsloysi vegna menniskjans óndskap, var tá eg fyri nøkrum árum síðan var og vitjaði á Jødiska minnissavninum í Berlin

27. januar 2021

Djúpt inni í hesum velduga savninum úr betong, í einum høgum trongum rúmi, er eitt meistarligt verk av listamanninum Menashe Kadishman, sum eitur "Fallin leyv". Stígandi inn í hetta rúmið, var tað eins og øll sálin stirnaði, og ein ókendur ræðuleiki byrjaði at taka skap. Har á gólvinum lógu 10.000 tilskorin stálandlit, í eini rúgvu oman á hvørjum øðrum, sum tú vart noyddur at ganga á. Og fyri hvørt fet tú steig, kom eitt syngjandi stynjandi ófrættakent ljóð, tá tveir stállutir nerta hvønnannan. Sum tá sleggjan rakar amboltin. Ein kensla, sum ongin onnur kennsla. Ein kennsla sum fer heilt inn á bein, og sum fer inn um tað; inn í mergin. Tú ert mitt í einum ómenniskjaligum veruleika, og tú traðkar á títt medmenniskja.

Og sum um tað ikki var nokk, so kanst tú einki gera uttan at hyggja at, meðan onnur sum eru har í rúminum gera tað sama sum tú. Ein samábyrgd, sum kennist ótespilig og ikki sørt sorgarfull. Hetta er ein áminning um teir ræðuleikarnir sum hendu undir Holocaust.

Óteljandi ferðir havi eg verið í Krakow í suður Póllandi. Hvørja ferð eg koyri av Krakow-flogvøllinum til hotellið eg plagi at búgva á, komi eg famvið einum skelti sum vísur vegin til Auschwitz. Og lat meg siga tað beinanvegin; eg havi ongantíð verið í Auschwitz. Og tað er ikki tí eg ikki tori, ella vil. Men tað er sum um mín tíð til tess ikki er komin enn. Og kanska tí at eg eftirhondini eri onkursvegna eri komin at kenna ta polsku sálina, og tess menniskju betur og betur. Ein pólsk kvinna segði við meg einaferð: ”Tað fer ikki at gera tær gott at fara. Títt lyndi er alt ov viðbreki at skilja ræðuleikan sum hann veruliga er. Og tú kemur at standa eftir við alt og nógvum spurningum, sum tú ikki fært svara. Les heldur bókmentir um ræðuleikan».

Milan Kundera skrivar einastaðni, at menniskjans bardagi móti valdinum er eisini ein minnisbardagi móti gloymskuni. Onkursvegna gekk tað upp fyri mær, at eg onki fataði og eg las Viktor Fankl, Eli Wiesel, Honnu Arenth, Simone Veil, Jean Amery, Tadeusz Borowski, Imre Kertesz og so framvegis. Men tað var ein sum skaraði framúr, og sum fekk meg at skilja eitt lítið sindur, og tað var Primo Levi. Við sínum beinraknað og flótandi máli nam hann við nakað, sum fekk meg at skilja, at tað var óskiljandi tað sum hendi í Auschwitz. Hann skrivaði sínar minningar longu í 1947 í Bókini ”Um hetta er eitt menniskja” Hendan bókin er hansara vitnisburður um Auschwitz.

Og hann byrjar bókina við eini umskriving av tí jødisku trúarjáttanini Shemá, sum er hebraiskt og merkir «Lurtið».

SHEMÁ

Tit sum liva í tryggleika
Í tykkara fjálgu húsum
Tit sum, tá tit koma heim um kvøldið
fáa heitan mat, og kenna vinarlig andlit.

Umhugsið gjølla, um tað er ein maður
Sum arbeiðir í rununi
Sum ikki kennir frið og ró
Sum berjist fyri einum breyðmola
Sum letur lív av einum ja ella einum nei.

Umhugsið gjølla um hon er ein kvinna
Uttan hár og uttan navn
Uttan kreftir til at hugsað
Við tómum eygum og einum køldum barmi
Sum ein froskur á vetrartíð

Hugsið um at hetta er hent

Tykkum gevið eg hesi orð

Lat tey standa meitlaði inn í tykkara hjørtu
Tá tit eru heima, ella tá tit eru úti á gøtuni
Tá tit fara til songar og tá tit fara upp

Endurtak tey fyri tykkara børnum

Gævi hús tykkara annars máttu enda sum grundarstaður
Gævi sjúka mátti lamma tykkara tilveru
Gævi børn tykkara tá máttu vent andlit sítt frá tykkum.

Primo Levi
Tann 13. december 1943 varð Primo Levi tikin av facistunum í Italia. Hann vildi ikki viðurkenna at hann var mótstøðumaður, tí so væntaði honum píning og tann vissi deyði. Heldur segði hann, at hann var italiumaður og av jødiskum uppruna. Hetta vísti sega at fáa vanlukkuligar avleiðingar. Hann varð sendur í eina varðhaldslegu, og síðani til eina týningarlegu. Her byrjar Primo Levi sína ferð til eitt satt helviti á jørð. Um góðsvognarnir, sum er stongdir uttanífrá við kvinnum, monnum og børnum samanstúðaði, eru fargarður helheimsins , so var Auschwitz eitt satt helviti. Í leguni gevur tað ikki meining at siga í morgin. ”Veist tú hvussu man sigur «ongantíð» á legu máli, spyr Levi. »Í morgin tíðliga.« Og veist tú hvussu man á legumáli sigur «altíð» «Í dag» svarar hann.

Soleiðis skrivar Primo Levi í sínum slóðbrótandi endurminningum úr Auschwitz. Um hettta er eitt menniskja, er í dag eitt at teimum týðningarmestu heimildarbókmentunum um brotsverkini í teimum týsku týningarlegunum. Og hóast tað eru meir enn 70 ár liðin, so skrivar hann beinraki og greitt, uttan patos, um eitt nívandi og sárt evni.

Bókin lýsur tíðarskeiði frá handtøkuni í december 1943, hansara komu til Auschwitz. Eina veruliga týningarlegu, har bert teir fangarnir, sum nazistarnir kundu hava nyttu av, antin við at lata teir gera hart kropsligt arbeiði fyri tær stóru týsku fyritøkurnar, ella við at noyða teir at gera tað skitna arbeiði í samband við gassing og líkbrenning av sínum samfangur, yvirlivdu. Og bókin endar 18. december 1945, tá russiskir hermenn komu sum frelsandi einglar og frælsisgjørdu fangarnar.

Bókin kom út í 1947 í 1500 eintøkum. Men hon seldi illa. Heimurin var ikki klárur at taka ímóti hesari frásøgn. Men 10 ár seinni valdi eitt annað forlag at geva bókina út. Nú var tíðin búgvin, og skjótt varð bókin umsett til ymisk mál, og eisini altjóða viðurkend, sum ein av týdningarmestu vitnisburðunum um brotsgerðirnar í teimum nazistisku týningarlegunum.

Auschwitz ger Primo Levi til rithøvund, og innaní honum bylgjist eitt ynski um at siga frá, hvat Auschwitz gjørdi við hann sum menniskja, og milliónirnar av øðrum menniskjur, sum høvdu som lagnu. Og kanska betri enn aðrir, dugir Levi at greiða frá øllum tí ómenniskjansliga, sum var rundan um hann og endaði í honum.

«Fyri fyrstu ferð skiltu vit, at málið væntar orð til at lýsa eina slíka niðran, eina slíka niðurbróting av menniskjanum. Eitt andartak, við næstan profetiskum hugskygni, var veruleikin har: Vit vóru komin á botn. Eingin kundi søkka djypri. Ein meira ússalig menniskjanslig støða finst ikki; er óhugsandi. Alt høvdu tey tikið frá okkum, klæðir, skógvar ja sjálvt hárið. Ongin lurtaði eftir okkum tá vit tosaðu, ella í øllum førum skilti okkum ikki. Eisini nøvn okkara vóru tikin frá okkum, og skulu vit varveita tað, mugu vit sjálvi finna styrkina at gera tað, soleiðis at tað aftanfyri okkara navn skal verða nakað eftir av okkum, soleiðis sum vit einaferð vóru.»

Ætlanin hjá nazistunum var at tileinkis gera menniskja sum menniskja. Og Levi dugir at lýsa niðranina og mannminkanina av menniskjanum til dýr, har ein og hvør siðmenning er úr gildi. Og niðurgerðingin til dýr er ikki eitt undantak, men heldur tað normala. Og Levi lýsir eisini, at man ikki megnar at hugsað at taka sítt egna lív í vónloysi, tí sjálvmorði hoyrir menniskjanum til, og ikki djórinum. Sjálvmorð var sera sjálvsamt fyribrigdi í leguni, tí tað er umhugsað, og ikki eitt íborið val. Og í leguni vóru fáir og næstan ongir møguleikar at velja. Man livdi sum eitt trælbundi dýr, sum stundum mátti geva seg í deyðans hendur, men ikki drepa seg sjálvan.

Tó finnast dømi uppá tað mótsatta, eisini í Um hetta er eitt menniskja. Fólk sum treiskast móti tí ómenniskjansliga í leguni. Steinlauf, ein vinur Levi hevði í leguni, sigur við hann, at júst tí at legan er ein stór maskina, roknað til at niðurgera fangarnar til dýr, skulu tey ikki verða til dýr. Fyri at yvirliva sum menniskja, hevur tað týðning at vaska sær og varveita ein ávísan reinleika, og noyða seg sjálvan, sum tað minsta, at frelsa beinagrindina, hylki og skapi av einari siðmenning. Men leggur Levi afturat: Vanlig menniskjalig hugtøk røkka ikki, tá ein stendur andlit til andlits við fananskapin hjá Nazistunum. Vanlig menniskjalig hugtøk hoyra einari aðrari verð til enn gendisdagin í leguni. Og tískil er Steinlauf eisini deyða dømdur.

Fleiri rithøvundar, sum eisini yvirlivdu Auschwitz, hava skriva um, at tey sum yvirlivdu, hava øll á hvønn sín hátt skyld, til at bera allan vitnisburðin fram, hvat veruliga hendi í týningarlegunum. Kanska var tað eitt privilegium at yvirliva; kanska ikki. Sum Levi skrivar einastaðni: Vit hava sæð sanna andlitið av stórsta ræðuleikanum í hesum árhundrainum. Vit hava hugt inní eyguni á Medusa (Griksk guðinna. Gjørdi man tað var man umskapaður til stein), og vit eru sloppin at ganga víðari.

Ein trúgvandi vinur hjá Levi sigur við hann, at hann yvirlivdi, tí tað var meiningin, at hann skuldi bera fram vitnisburðin um ræðuleikarnar. Og tað hevur hann gjørt við sínum bókum, hvørja ferð hann hevur fingið møguleikan. Men sum Levi eisini sigur í bókum sínum. ”Vit sum yvirlivdu eru ikki tey sonnu vitnini. Vit eru tann yvirlivandi ónormali minnilutin. Og júst í slíkum beinraknum kollrennandi setningum er tað, at Levi dugir og megnar at siga okkum sannleikan. ”Vit eru tey, sum orsakað av útnyttan og snildi ella hepni ikki náddu botnin. Tey sum gjørdu tað; tey sum stóðu andlit til andlits við MEDUSU, og sum ikki megnaðu at koma aftur at siga frá, ella vendu aftur málleys, tey hoyra til ”musilmenninir” (tær reikandi beinagrindirnar í leguni), tey sum gingu til grundar. Tey eru tey sonnu vitnini, hvørs frásagnir høvdu havt veruligan týdning. Tey eru reglan; vit sum yvirlivdu eru undantakið. Tey sum gingu til grundar í Auschwitz eru tey sonnu vitnini, men Levi roynir at tosað fyri tey, við fullmakt. Og meistarliga skrivan hann: Bert fá menniskju megnað at møta deyðanum við virðing, og ofta eru tað tey tú minst væntar. Bert fá megna at tigað og virða tøgnina hjá øðrum.

Ein annar sum yvirlivdi Auschwitz saman við Levi, var ungarski jødin og Nobel vinnarin Imre Kertész. Hann hevur eisini roynt at lýsa tankan um, at okkara vesturlendska mentan byggir á grundreglur, sum í síni ytstu avleiðing kann enda við Auschwitz. Primo Levi er í sínum bókum fleiri staðir inni á somu tankagongd, men uttan at verða so avgjørdur sum Kertész. Men øll hansara skriving vil við einfaldum beinraknum setningum, seta orð á, og lýsa hvat tað var sum hendi. Hann er ikki við uppá tað djúpt heimspekiliga og há bókmentaliga ráki, at tað ikki ber til at tosað og siga frá tí óskiljandi. Í hansara verð skulu vit tosað um tað ófatiliga, at eitt djúpt mentað fólk, sum júst hevði uppliva eina mentanarliga blóman í Weimar-lýðveldinum , valdi Hitler sum leiðara. Og han orðar sína egnu niðurstøðu: ”Tað. hendi, og tí kann tað henda aftur. Tað er kjarnin í tí eg havi at siga” Hann sigur ikki at tað fer at henda aftur, at tað kann henda, tí tað liggur sum ein íbygdur møguleiki í okkara samfelag. ”Fostra við egna barm”, sum hann sigur í bókini.

Og tað er eisini í hesum sambandi, at vit skulu skilja skommina, ta almennu pínuna í verðini. Tann skommin, sum stavar frá at hava yvirliva, við at svíkja tey sum ikki gjørdu tað, og so knýtir seg at tí meira almennu skommini yvir tær misgerðir, sum onnur hava gjørt. Og júst hendan skommin er hon, sum hevur ført nógv av teimum sum yvirlivdu til sjálvmorð.

Ongastaðni í sínum bókum, grundar Levi um tað at vera jødi. Mest sannlíkt tí at hansara samleiki sum jødi ikki er tað týðningarmesta. Hann er ein av teimum, hvørs jødiski samleiki serliga er knýttur at Auschwitz. Hann er tað rótleysa evropeiska frábrigdi av einum «ánoyddum jødadómi». Tað at verða Jødi verður tískil ein lagna, sum hann er noyddur til at taka á seg sum ein leiklut, um somu tíð sum tað er bundið at einitileinkis-geran av hansara persónsmensku.

Sum onnur yvirlivandi frá Holocaust setur Levi spurningin, sum eisini onnur hava sett: Er tað møguligt at yvirliva yvirlivingina. Tað er óvist um Primo Levi tók sítt egna lív, men mest sannlíkt gjørdi hann tað, tá hann 11 apríl í 1987 datt niðurgjøgnum eina trappugongd í heimi sínum í Torino. Hetta var stutt eftir at hann hevði lagt seinstu hond á bókina «Tey druknaðu og tey frelstu», har umhugsanin um sjálvmorðið fylti nógv, og sum hann skrivaðu um sum ein møguleika, fyrin endaligt at rýma undan Auschwitz og tess ræðuligu endurminningum. Og nógvir av teimum stóru rithøvundunum, sum upplivdu og hava skriva um Holocaust, endaðu sínar daga við at taka sítt egna lív. Mest kendu av teimum eru Tadeusch Borowski, Paul Celán, Jean Améry og so eisini Primo Levi. Eitt undantak er kanska Imre Kertész. Og hann hevur eisini sett orð á, hvat fekk hann frá a taka sítt egna lív, nevniliga tað at upplivingarnar í týningarleguni á ein hátt hildu fram inn i tað kúgandi tillveruna í tí stalinistiska Ungarn. Frælsi og frígevingin og tað stóru sálarreinsanina (Katarsis), sum mentafólk og heimspekingar tosaðu um í frælsum og meira eyðnuríkum samfeløgum, vórðu als ikki borin uppá mál her. Og at hann framhaldandi livdi í einum kúgaðum samfelag, vardi hann frá tí flóðaldu av vónbrotum sum rakti tey yvirlivandi í teimum meira frælsu samfeløgunum. «Hetta er parakoksala læran av Holocaust og tí fylgjandi eystur-vestur sundurbýting av Europa».

Og Imre Kertész ávarar eisini um at tað sum hendi, og tað kann henda aftur: Úr flammunum frá líkbrenniovnunum, varð alt tað lagt í oyði, sum vit høvdu virðisett og mett sum europeisk virðir. Og við hetta etiska nullpunkti, í hesum moralska og andaliga myrkri, vísur seg júst hetta einasta útgangsstøði; tað sum hevur skapt hetta myrkri: HOLOCAUST. Tann sum ikki er førur fyri at síggja og kenna fortíðina, er noyddur til í ævir at endurtaka hana. Og hann fer so langt sum at siga, at Shindlers list er kitsch, við tað at tað verður gjørt til eitt fjart søguligt minni; eitt undantak. Eitt radikalt frávik frá tí, tað vil siga at verða menniskja. Auschwitz er ein møguleiki í okkara simenning/mentan, tí møguleikin liggur íborin menniskjans tilveru. HOLOCAUST er ikki menniskjalyndinum fremmant. Vit sum menniskju kunnu bert gera týningarleguna skiljandi gjøgnum listina í líki av bókmentaligum skriftum. Tann jarðbundna eygnavitnis frágreiðingin munar ikki.

Í hesum sambandi havi eg hug til at taka fram absurdu frágreiðingina hjá pólska rithøvundanum Tadeusz Borowski úr bókini «Tey sum gingu»:

”Vit høvdu ein fótbóltsvøll aftanfyri sjúkrabarakkirnar. Aftanfyri málið, skildrað við píkatráði, er rampin, har flutningsvognarnir koma, og ikki langt harfrá, aftanfyri ein lítlan skóg, liggja líkbrenniovnarnir. Tað var sunnudagur, og eg standi í málinum. Bólturin fer út til málspark. Sum eg fari eftir bóltinum aftanfyri máli, leggi eg til merkis, at jarnbreytarvognarnir júst eru komnir. Kvinnurnar eru í teirra summarkjólum, og mennirnir hava jakkarnar á arminum í hesum hitanum. Gongan flytur seg seigliga, og støðugt koma fleiri og fleiri”.

«Dysturin má í gongd aftur; málsparki skal takast. Bólturin ferðast frá fóti til fót á vøllinum. Og eftir einari lítlari løtu kemur eitt skot á málið. Og bólturin verður bjargaður út til horna. Tá eg fari eftir bóltinum, fyri at kasta hann út í horni stívni eg sum ein ísklumpur: Rampan er tóm. Tann litfagri summarligi skarin av fólki er horvin. Ikki eitt einasta menniskja er eftir, og jarnbreytarvognarnir eru farnir. Horvnir handan skógin». ”Ímillum eitt málspark og eitt horna, hava tey gassa 3.000 menniskju, aftan ryggin á mær”.

Vit skilja tað ikki, og hava heldur ikki skyldu at skilja. Men vit hava skyldu at lurta eftir teimum, sum fingu møguleikan at siga sína søgu, og vitnisburðin um ræðuleikan við Holocaust. «Og náttin kom, og tað var ein slík nátt sum man ongantíð veruliga yvirlivir, hóast man kemur í gjøgnum hana. Soleiðis føldu øll. Ikki ein av vaktunum, hvørki teir italiensku ella teir týsku, høvdu dirvi til at síggja, hvat menniskjan ger, tá hon veit at hon skal doyggja.

Pól Huus Sólstein
27. januar 2021

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022