Sendistovan í Ísrael fyriskipar Nordic-Israeli GreenTech Ecosystem Leaders Academy

Føroyingar, sum arbeiða við íverksetan innan grøna tøkni, hava møguleika at luttaka í skeiðinum ”Nordic-Israeli GreenTech Ecosystem Leaders Academy”, ið verður fyriskipað av norðurlendsku sendistovunum í Ísrael.

Skeiðið gevur luttakarum møguleika fyri slóðbrótandi førleikamenning og at læra frá nøkrum av fremstu serfrøðingum í Ísrael innan íverksetan.

24. februar 2021

Sendistovurnar hjá Føroyum, Danmark, Finnlandi, Noreg og Svøríki í Ísrael fyriskipa skeiðið, í samstarvi við Innovation Centre Denmark.

Skeiðið er ætlað íverksetum, leiðarum, ráðgevum og øðrum, ið á ymsan hátt arbeiða við íverksetan og nýmenning, eitt nú í fyritøkum, feløgum, granskarasetrum og stovnum. Skeiðið hevur serligt fokus á grøna tøkni.

Ísrael eru kent kring heimin sum ein íverksetaratjóð, og Ísrael er í fremstu røð, tá ið hugt verður eftir ymsum mátum viðvíkjandi nýmenning. Eitt nú er Ísrael fremst í heiminum um hugt verður eftir váðafúsum íløgum (venture capital) í mun til BTÚ og nýstovnað virki í mun til íbúgvatali.

Skeiðið hevur heitið “Using Israeli best-practice: Hypergrowth for Nordic Green Tech start-ups”, og tekur støði í royndum úr Ísrael.

Skeiðið er online, og fevnir eitt nú um vegleiðing tillagað einstøku luttakarunum og talgildar rundborðsfundir saman við ísraelskum serfrøðingum.

Skeiðið verður í tíðarskeiðinum apríl til juni 2021 og fevnir um:

- 3 undirvísingartímar við vegleiðarum; um nýggjastu evni og rák innan menning av íverksetaraumhvørvum

- 3 talgildar og samvirknar rundborðsfundir við leiðarum úr íverksetanarumhvørvum í Ísrael

- Ítøkiligar vegleiðingarætlanir og skráir, sum verða tillagaðar teimum 25 virknaðust luttakarunum

- 3 poddvørp

Skeiðið og luttøkugjald verður fíggjað av Norðurlendska Ráðharraráðnum, og er ókeypis fyri luttakararnar.

Sí meira um Nordic GreenTech Ecosystem Leaders Academy her.

Umsóknarfreistin er 30. mars, og til ber at tekna seg til skeiðið her.

Kelda:  vp.fo

 

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022