Hitt óhefta Ísrael

Eftir Goldu Meir – skrivað í 1973, tá ið 25 ár vóru liðin eftir tað at nútíðarstaturin Ísrael varð stovnaður.

28. februar 2021

FIMMOGTJÚGU ár er bert eitt stutt tíðarbil fyri eina tjóð, ið hevur eitt minni, ið fevnir yvir 35 øldir. Kortini er henda fjóðringsøld fyri okkum eitt undur: Triðja sjálvstýrisskeið hjá jødiska fólkinum í landinum Ísrael upprann 1.878 ár eftir at seinna templið í Jerúsalem varð oyðilagt av hereindum hjá rómverska keisaradøminum, og einans 3 ár aftaná ragnarokið var endað, táið týsku nazistarnir og europeisku lagsbrøður teirra myrdu 6 milliónir jødar – ein triðjapart av tjóð okkara.
     Aftaná henda størsta sorgarleik í søgu jødiska fólksins, fylgdi hin ókúgandi tjóðskaparliga bjargingin í kjalarvørrinum. Innanfyri eitt stutt áramál, upplivdu vit angistina, at verjuleysa fólk okkara varð slátrað og myrt í býum, bygdum og deyðalegum í Europa, men eisini, at í Ísrael var jødiska fólkið aftur harri yvir síni egnu lagnu og ført fyri at verja sítt egna lív.
     Í 19 øldir livdu jødarnir sum ein útlagin, forfylgdur minniluti kring allan heimin. Eyðmýkt, forfjónað og slátrað – tað var lagna fólks okkara í londunum í Europa, Miðeystri og Afrika. Allar tær longu øldirnar í líðing, krøkti fólk okkara seg í vónina um heimafturkomuna, bóðu eftir henni og droymdu um hana. Í hvørji øld eru nøkur farin heimaftur til landið, fyri at varðveita jødiska samfelagið her frá týning.
     Hesi 25 árini við sjálvstýri, hava fýra menniskjansligar høvuðsstrembanir ligið Ísrael fremst á hjarta:
     Hin fyrsta; at verja sjálvstýri okkara og tryggja tilveruna av tjóð okkara. 
     Hin næsta; at gera Ísrael heimið fyri jødum úr øllum hornum jarðarinnar, annaðhvørt teimum tørvar skjól ella teir leita eftir eini óheftari jødiskari tilveru.
     Hitt triðja; at trivnast sum eitt menniskjansligt samfelag, at varðveita forn jødisk virði, og kortini at møta tørvunum í einum nýmótast demokratii.
     Hitt fjórða; at útbúgva materiellu keldur okkara og geva fólki okkara betri livilíkindi.
     Fyri at tryggja at tjóð okkara kemur at liva, hevur ísraelska verndarhervaldið sýnt seg sum ein fólkaher. Hann er herur, ið synir og døtur okkara tæna í, mangan so nær, at heim teirra eri í eygsjón. Herur okkara hevur ikki kríggj sum høvuðsendamál, men fyribyrging av kríggi. Hann er ikki herur hvørs endamál er sigur, men herur hvørs eldhugi er verja av lívi og sjálvstýri okkara. Friður við grannar okkara og ikki kríggj, er fyrsta og fremsta ynski fólks okkara.  
     Hóast friður hevur verið okkum sýttur hesi 25 árini, hava vit tó verið høvuðsendamáli Ísraels trúgv: At vera jødiska fólkinum ein havn! Seinastu fáu árini, eftir drúgt og beiskta stríð um rættindi síni, eru nú jødarnir í Sovjetsamveldinum byrjaðir at sleppa vegin fram til Ísrael. Hinir Tigandi jødarnir, sum teir vóru nevndir, eru ikki tigandi longur; men stríðið um rættindi teirra heldur fram. Fram um alt er hetta eitt stríð um sjálvavgerðarrætt hjá jødum, ið einki annað krevja, enn frælsi at rýma úr samfelagi, ið fremur anti-semitismu, mismun og kúgan, og sýtir teimum rættindi til tjóðskaparliga viðurkenning.
     Bráður vøkstur hevur verið eitt av høvuðseyðkennunum í nýmótans Ísrael. Fólkatal okkara er fimmfaldað í 25 ár. Í 1948 vóru vit eitt fornaldar ídnaðarsamfelag. Í dag hava vit ein skjótt mennandi ídnað. Vit nýta 30 ferðir meira ravmagnsmegi nú enn í 1948. Útflutningur okkara er meira en 30 ferðir størri. Økið, ið verður dýrkað, er seks ferðir størri og sumuleiðis hveitiframleiðslan. Hetta eru bert nøkur fá dømi.
     Hesin snarligi vøkstur – móttøkan av 1 1/2 mill. innflytarum, broytingin til eina ídnaðarligan búskap, uppbygging av ísraelsku verjuni til ein nýmótans her, ið meir og meir lítur á egna framleiðslu av vápnum – alt hetta hevði ikki verið útint uttan ta veldigu hjálp, ið jødiska fólkið í øllum heimsins londum hevur veitt Ísrael. Nýmótnast Ísrael er vorðið til av jødiska fólkinum. Tað varð skapt til teirra, er partur av teimum og uttan tey, hevði lutur tess verið fallin øðrvísi.
     Vinskapurin millum jødiska fólkið og Ísrael hevur støðugt vaksið farnu 25 árini, og serstakliga síðani 6-daga kríggið. Liðini okkara millum eru margfaldað á mongum økjum, harav eitt hitt týdningarmesta kanska er undirvísingin.
     Sum vit ganga framtíðini ímóti, eru høvuðsstrembanir okkara tær somu sum hava fylgt okkum seinastu fjóðringsøld:
     1. Friður innan trygg landamark er aðalmál Ísraels. Okkum tørvar frið, tí mannalív er hægsta virði í samfelagi okkara. Vit ynskja trygg landamark, tí vit halda, at tílík landamark ikki verða ein freisting fyri ágangandi fíggindar, eins og markini áðrenn seks daga kríggið, tá ið ting okkara í Jerúsalem bert var ein fjórðing frá hermótinum og Tel Aviv innan skotmál arabara.
     2. Rættindi ísraelska fólksins til sjálvverju í teirra egna landi verður støðugt at halda fram sum meginregla í Ísrael. Vit fara at halda uppi eini sterkari verndarmegi – nóg sterkari, vóna vit, at mótstøðumenn okkara ikki ynskja nýtt kríggj.
     3. Innflytingin fer at halda fram sum eitt høvuðsmál í lívi okkara. Vit vóna, at fleiri flyta úr Sovjetsamveldinum, úr teimum fáu jødisku samfeløgunum, ið enn hava komist undan í arabaralondunum, og úr londunum í Suður- og Norðuramerika og Europa. Vit hava tað fulla álit, at jødiska fólkið kring allan heim vil taka lut saman við okkum í hesum royndum okkara, at hjálpa okkum at møta øllum avbjóðingum at hýsa komandi bylgjum av innflytarum. Vit vænta, at áðrenn 1980 hevur fólkatalið rokkið sínar fýra milliónir, og áðrenn 1990, fimm milliónir.
     4. Samfelagslig og mentunarliga samskipan verður at halda fram sum eitt av fremstu stevnumiðum Ísraels. Vit vóna at kunna skapa eitt samfelag, har brúgv verður bygd um allar samfelagsligar ójavnar - subjektivar og objektivar – har hvør einstaklingur kann njóta somu møguleikar í útbúgving og lívskorum.
     5. Seinast; vit vóna, at eitt støðugt mennandi Ísrael, við lívsroyndum sínum, framvegis kann stuðla samfeløgum aðrastaðni í stremban teirra.
     Útlit okkara fyri framtíðina kann best samanfatast við orðum Amosar profets, ið livdi fyri 2.800 árum síðan:
     "Tá skal Eg venda lagnu fólk Míns, Ísraels; teir skulu byggja upp aftur býirnar, sum lagdir eru í oyði, og búgva har, planta víngarðar og drekka vínið úr teimum, dýrka urtagarðar og eta ávøkst teirra. Eg skal planta tey í landi teirra, og aldri aftur skulu teir vera rykt upp úr landi sínum, sum Eg havi givið teimum – sigur HARRIN Gud tín" (Amos 9, 14-15).

Kelda:  Røddin, desember 1973.

Nú búgva nærum níggju milliónir fólk í Ísrael, og sigast kann, at "tað grør um gangandi fót". (red.)

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022