2000 ára gomul jødisk súla funnin

Fornfrøðingar hava avdúkað eina 2000 ára gamla súlu, har "Jerusalem" er rist við hebraiskum bókstavum. Súlan, sum stavar frá døgum Heródusar, er fyrst dømið, har “Jerusalem” er rist á eina súlu.

11. mars 2021

Ein tann fyrsta áskriftin har “Jerusalem” er skrivað á Hebraiskum, var á einari 2000-ára gamlari súlu, ið varð avdúkað á einum tíðindafundi á The Israel Museum í Jerusalem.
     Kálksteinssúlan, ið stavar frá seinnu tempultíðuni, varð funnin fyri 10 mánaðum síðan, í samband við útgrevstur tætt við International Convention Center í Jerusalem.
     Orðini, “Hanania sonur Dudolos úr Jerusalem” eru rist í súluna í einum bygningi, ið stóð í jødisku bygdini, har leirkerasmiðirnir búðu, tætt við ta 2000-ára gomlu inngongdina inn í Jersualem.
     Vanligt er, at skrivað verður “Yerushalem” ella “Shalem” á hebraiskum, men á hesari áskrift er tað fyrstu fer at býarnavnið er skrivað “Yerushalayim” við hebraiskum bókstøvum. Annars er navnið Jerusalem at finna á silvurmyntum, sum eru frá tíðini áðrenn hesa súlu, men tá varð vanliga skrivað á árameiskum.
     Hvør Hananai var og hví hann risti navn sítt og Jerusalem í súluna er eftur at finna útav, men hóast tað, so kann  staðfestast, at hann var jødi og fekst við listahandverk.
     Sambart Dudy Mevorach, leiðara fyri fornfrøði á Israel Museum, “er tað sannlíkt, at hann (Hanania) var listamaður ella sonur ein listamann”.
     Dudy Mevorach heldur, at Dudolos ikki var faðir hansara, men at hetta er ein hylling (fagnan) av einum griskum frumsagnarligum (mýtologiskum) listarmanni, kallaður Dudolos, og vísir hetta, hvussu jødarnir vóru ávirkaðir av grikskari mentan undir Alexanderi tí Stóra.
     Eisini er ógreitt, um hetta var ein vígsla av einum almennum bygningi, ella, um Hanania vildi sýna sítt tilknýti til sítt handverk. Hetta eru spurningar, sum fara at leiðbeina framhaldandi útgrevstur á staðnum.
     Danit Levy leiðari fyri útgrevstinum greiðir soleiðis frá týðninginum av útgrevstrarstaðnum: “hetta er tað stórsta forna leirkerasmiðuøki nærhendis Jerusalem, og í seinnu tempultíðini, tá ið Heródes kongur ráddi, varð serligur dentur lagdur á at gera íløt til matgerð”.
     Økið var grundað á, at tað lá nær við ein tættfólkaðan part av Jerusalem og atgongd var til rávøru, so sum stein, vatn og træ, sum listamenn og leirkerasmiðir har brúktu.

Kelda: Jerusalem Post

Seinastu tíðindi

Politiska støðan í Ísrael kaotisk
18. apríl 2021
Føroyska tjóðarmerkið veitrar nú yvir umboðs­stovu Føroya í Ísrael
15. apríl 2021
MERKIÐ vundið á stong í Ísrael
14. apríl 2021
Ein "ómetaligur ágóði"
13. apríl 2021
AÐALFUNDUR 27. apríl
12. apríl 2021
ÍSRAEL DRÝPUR HØVUR
09. apríl 2021
KEREN HAYESOD - "EIN LIVANDI BRÚGV"
05. apríl 2021
Herverk móti jødiskum gravstaði í Aalborg
04. apríl 2021