ÍSRAEL Í TVÍSTØÐU

SAUDI ARABIA VIL EISINI HAVA EITT ORÐ AT SIGA Á TEMPULFJALLINUM. Tá ið ferð Netanyahus til Sameindu Arabisku Emiratini (UAE) varð avlýst, avdúkaði tað støðu Ísraels í stríðnum millum Jordan og Saudi Arabia, at fáa vald yvir tí triðheilagsta staðnum hjá Islam.

28. mars 2021

Sonur jordanska kongin, Hussein krúnprinsur ætlaði sær at fara inn um portur Tempulfjallsins at staðfesta støðu Jordans sum verji Tempulfjalsins vegna alheims muslimar. Men vitjanin varð avlýst í síðstu løtu; tað segðist, at tað var av trygdarávum.
     Vitjan krúnprinsins var neyðug, sæð úr einum jordanskum sjónarmiði, nú tað lá á ljóði, at ein krúnprinsur úr Saudi Arabia var farin at samráðast við Ísrael um hvørt Bin Salman og Netanyahu forsætisráðharri skuldu hittast. Tá ið samrøður við Saudi Arabia eru á skránni er støða Tempulfjallsins raðfest frammalaga.
     Saudi Arabia, ið hevur vald á Mekka og Medina, tey tvey mest halgu støðini innan Islam er farið at sýna øktan áhuga fyri at fáa vald á Al-Aqsa moskuni, tað trið heilagasta staðið innan Islam. Saudi Arabia roynir at skapa eina nýggja støðu á Tempulfjallinum og er áhugað at gera íløgur fyri tíggjutals milliardir dollarar í Jerusalem og á Tempulfjallinum við tí endamáli - til ein vissan mun - at normalisera viðurskiftini við Ísrael.
     Afturfyri vilja teir, m.a. hava eitt orð at siga, saman við Ísrael, ístaðin fyri Jordan, hvussu viðurskiftini skulu skipast á Tempulfjallinum.
     Saudi Arabia fær stóran vinning av eini slíkari avgerð og fær staðfest sína støðu sum ein religiøs makt, ið hevur ræðið á trimum heiløgum støðum innan Islam. Harvið kunnu teir teppa turkiska forsetan Recep Erdogan, sum uttan íhald hevur talað fyri at fría Tempulfjallið úr hondum Ísraels.
     Jordan er í øðini um ætlanina, at Saudi Arabia skal hava ein leiklut í umsitingini av Tempulfjallinum.
     Aftaná fyrra heimsbardaga misti Hashemitiska kongadømið vald sítt á Mekka og Medina, men fekk sum troyst loyvi at vera verji, saman við Ísrael, yvir heiløgu støðunum hjá Islam í Jerusalem. Henda støða helt fram, eisini aftaná Seksdaga kríggið við Ísrael í 1967.
     Jordan helt áfram, at vera uppi í tí religiøsu stýringini av Tempulfjallinum ígjøgnum “Jordanian Waqf”. Tað fekk viðurkenning ígjøgnum friðaravtaluna við Ísrael í 1994 og við sínum áhaldandi treiskni, at vera við í ymiskum viðlíkahaldi av múrinum; felags venjingum við ísraelsk bjargingarlið; sýta fyri ætlan Ísraels kring Tempulfjallið, so sum at skifta út Mughrabi brúnna og beina burtur leivdir frá viðlíkahaldsarbeiðinum frá “Little Western Wall”.
     Tá ið Saudi Arabiski kongurin Khaled, í 1980, sendi umboð at bjóða Menachim Begin forseta hópin av peningi til at byggja út eitt nýtt Miðeystur, afturfyri at tað Saudi Arabiska flaggið kundi veittra á Tempulfjallinum svaraði Begin aftur við at geva teimum durafjórðingin.
     Tíðirnar eru broyttar. Netanyahu og hansara menn eru í samráðingum um møguliga at geva Saudi Arabia eitt orð at siga á Tempulfjallinum. Hetta byrjaði tá ið ætlan Trumps um sokallaða aldarinnar sáttmála (Deal of the Century) varð løgd fram, og heldur fram dagin í dag.
     Ísrael virkar sum eitt slag av ferðsluløgreglu á Tempulfjallinum. Landið roynir, viðhvørt uttan heppni, at hevja sín fullveldis myndugleika, og samstundis stýra teimum ymisku mótstríðandi áhugamálunum hjá arabarum og teimum muslimsku oddamonnum.

Kelda: Israel Hayom

Seinastu tíðindi

Politiska støðan í Ísrael kaotisk
18. apríl 2021
Føroyska tjóðarmerkið veitrar nú yvir umboðs­stovu Føroya í Ísrael
15. apríl 2021
MERKIÐ vundið á stong í Ísrael
14. apríl 2021
Ein "ómetaligur ágóði"
13. apríl 2021
AÐALFUNDUR 27. apríl
12. apríl 2021
ÍSRAEL DRÝPUR HØVUR
09. apríl 2021
KEREN HAYESOD - "EIN LIVANDI BRÚGV"
05. apríl 2021
Herverk móti jødiskum gravstaði í Aalborg
04. apríl 2021