VITJAN NETANYAHUS TIL ARABISKU EMIRATINI (UAE) AVLÝST, ORSAKA ÓSEMJU VIÐ JORDAN

Ætlaða vitjan Netanyahus til UAE varð avlýst tá ið Jordan kunngjørdi, at tað ikki vildi loyva flogfari hansara at flúgva í jordanskum loftrúm, ávegis til UAE.

28. mars 2021

Embætisfólk halda, at avgerð Jordans, ið varð kunngjørd beint áðrenn fráferð, var eitt aftursvar til avgerð Ísraels, at avlýsa eina vitjan hjá jordanska krúnprinsinum Hussein bin Abdullah á Tempulfjallinum; ósemjan snúði seg mest um trygdarmannagongd.
     Israel Hayom hevur fingið at vita, at prinsurin ætlaði sær at vitja Tempulfjallið, til tess at biðja áðrenn pílagrims ferðini til Mekka.
     Embætisfólk í UAE søgdu fyri Israel Hayom, at ætlaða vitjan Netanyahu´s, allarhelst varð av ongum.
     Ein høgtstandandi stjórnarembætismaður í høvuðstaðnum í Jordan, segði fyri Israel Hayom “at høgtstandandi ísraelsk politisk embætisfólk og fyrrverandi ísraelsk trygdarfólk samstarvaðu við Jordan, at hindra vitjan Netanyahus til UAE aftaná at vitjan prins Husseins á Tempulfjallinum varð avlýst.
     Stjórnar embætismaðurin legði aftrat: “Jordan og Ísrael mugu finna ein útveg at kyrra og enda ósemjuna, ið hevur verið pínlig fyri báðar partar”.
     Kong Abdullah hevur fingið fleiri uppringingar frá ísraelskum embætismonnum, sum hildu fast við, at avgerðin, ikki at loyva vápnaðu trygdarvørðum prins Hussein´s at fara yvir um Allenby brúnna, kom frá skrivstovu forsetans.

Kelda: Israel Hayom

Seinastu tíðindi

Politiska støðan í Ísrael kaotisk
18. apríl 2021
Føroyska tjóðarmerkið veitrar nú yvir umboðs­stovu Føroya í Ísrael
15. apríl 2021
MERKIÐ vundið á stong í Ísrael
14. apríl 2021
Ein "ómetaligur ágóði"
13. apríl 2021
AÐALFUNDUR 27. apríl
12. apríl 2021
ÍSRAEL DRÝPUR HØVUR
09. apríl 2021
KEREN HAYESOD - "EIN LIVANDI BRÚGV"
05. apríl 2021
Herverk móti jødiskum gravstaði í Aalborg
04. apríl 2021