JORDANAR Í ØÐINI

JORDAN Í ØÐINI UM AT JØDAR HAVA VITJAÐ TEMPULFJALLIÐ. Í einum almennum mótmælisskrivi frá jordanska uttanríkisráðnum gera jordanar krav uppá, at alt Al-Aqsa moskuøkið einans er fyri muslimar og teirra gudsdýrkan.

04. apríl 2021

Jordanska uttanríkisráðið hevur sent eitt alment mótmælisskriv, har teir krevja, at Ísrael, sum “hersetingarvald” gevst at gera seg inn á rættindi palestina-arabara og heldur seg til núverandi søguligu og løgligu støðu eystur-Jerusalems og virðir valdið hjá Islamiska grunninum.
     Daifallah Al-Fayez, talsmaður fyri Jordanska uttanríkisráðið, fordømdi hendingina við Al-Aqsa moskuna, tá ið ísraelar loyvdu “víðgongdum” at vitja og “troðka” seg inn á Tempulfjallið.
     Fayez segði, at politikkur Ísraels mótvegis Al-Aqsa moskuni var eitt grovt brot á altjóða lóg og skyldur Ísraels, sum “hersetingarvald” á Tempulfjallinum og í “hersetta” eystur-Jerusalem.
     Hann legði dent á, at Al-Aqsa moskan er eitt stað, bert fyri muslimar og gudsdýrkan teirra, og at stjórin fyri Islamiska grunnin í Jordan hevur, sambart altjóða lóg, einsmallur ábyrgdina av tí, sum viðvíkir moskuni, íroknað tað at geva loyvi til vitjandi.
     Tempulfjallið varð litið upp í hendurnar á tí Jordanska Waqf, aftaná seksdaga kríggið í 1967, tá ið Jerusalem varð sameint. Waqf hevur útnyttað støðuna og burturbeint hvørt einasta elligamalt prógv um at jødar vóru á tí mest heilaga staðnum hjá jødum.
     Í royndunum at eftirlíka Waqf, ger ísraelska løgreglan mannamun mótvegis jødum. Teir avmarka talið á vitjandi jødum á Tempulfjallinum, til tess at forða fyri samanbrestum við muslimar. Ofta steingja teir Tempulfjallið fyri jødum, sum svar uppá muslimska øsing – tó, at prógv eru fyri, at øsingin hevur verið løgd til rættis frammanundan við tí eina endamáli, at tvinga jødarnar burtur av Tempulfjallinum.
     Hóast tað, so leggja palestina-arabar ofta ísraelar undir at eggja til øsing og harðskap á Tempulfjallinum og við følskum ákærum um at Ísrael ætlar at gera økið "jødiskt".

Kelda: Arutz Sheva

Seinastu tíðindi

Politiska støðan í Ísrael kaotisk
18. apríl 2021
Føroyska tjóðarmerkið veitrar nú yvir umboðs­stovu Føroya í Ísrael
15. apríl 2021
MERKIÐ vundið á stong í Ísrael
14. apríl 2021
Ein "ómetaligur ágóði"
13. apríl 2021
AÐALFUNDUR 27. apríl
12. apríl 2021
ÍSRAEL DRÝPUR HØVUR
09. apríl 2021
KEREN HAYESOD - "EIN LIVANDI BRÚGV"
05. apríl 2021
Herverk móti jødiskum gravstaði í Aalborg
04. apríl 2021