ÍSRAEL DRÝPUR HØVUR

SAMKOMA ENDAR HOLOCAUST MINNINGARDAGIN Ísraelska samfelagið legði stilt um alt landið, meðan lúðrarnir ljóðaði í tveir minuttir til minnis um teir 6 milliónir jødar, ið týndust í Holocaust.

09. apríl 2021

Holocaust minningardagurin í Ísrael byrjaði mikukvøldið 7. apríl við einum tjóðar-minningarhaldi á National Memorial Vashem í Jerusalem.
     Hósdagin savnaðust hundratals fólk, at leggja ein krans við savnið til minnis um uppreisturin í Varsjava jødabýlinginum, (Warsaw Ghetto). Hjástødd vóru forsetin Benjamin Netanyahu, ríkisforsetin Reuven Rivlin, formaðurin í Knesset Yariv Levin og hægstarættaovastin Esther Hayut.
     Ymisk tiltøk og minningarhald eru á skránni hósdagin. Fjølmiðlar fara et senda, og nøkur, ið komust undan Holocaust við lívinum, siga frá sínum royndum og trongdum.
     Kl. 11.00 f.p. byrjar tað árliga “Fyri ein og hvør er eitt navn”-minningarhaldið í Knesset Chagall høllini, har limirnir lesa upp nøvnini á teimum, sum vórðu týnd í Holocaust.
     “At minnast okkara deyðu stingur djúpt í mannasál okkara og hetta minningarhaldið slær tað fast og uppaftur sterkari og fær nýggja meining fyri fólk okkara, tí vit hava mist milliónir” segði Netanyahu, ið var við til minningarhaldið. “Verfaðir mín, Shlomo Ben –Arzi, kom úr Holocaust við lívinum, men minnið um Holocaust fór ikki frá honum eina løtu. Hann ynskti ikki at vitja føðistað sín. Í testamenti sínum bað hann okkum rista nøvnini á familjulimunum á gravsteinin” segði forsetin.
     Ríkisforsetin Rivlin tosaði um familjuna hjá konuni, ið øll lótu lív í Holocaust. Orsaka av vánaligari heilsu tey seinastu árini hon livdi, var hon ikki før fyri at vera við til minningarhaldið. Tá plagdi eg at lesa fyri henni nøvnini á hennara familju, segði ríkisforsetin. “Tað eru evni, ið hava týðning og eru heiløg okkara millum og tað er alneyðugt at vit halda minniskyndilin á lofti, so hann ikki slóknar”
     Minnisstundin byrjaði við, at seks, ið komi livandi úr Holocaust tendraðu seks minniskertiljós. Yvirrabbinarin David Lau læs úr Sálmunum og Knessetlimurin Yaakov Margi læs syrgibønina.
     Tá ið ríkisforsetin Rivlin helt røðu mikukvøldið, heitti hann á ísraelar at stuðla teimum, ið yvirlivdu Holocaust, nú tey eru gomul og árinið av Koronafarsóttini ger um seg.
     “Umleið 900 doyðu av Korona; tey yvirlivdu deyðslegur, ghetto, at sita í varðhaldi og ferðina til Ísraels, men teirra seinasta stríð var handan masku; tað er ræðandi”, segði Rivlin. “Tey hungraðu eftir samband við onnur og í kvøld fara tankar okkara og bønir til tey og teirra familjur” legði hann afturat. Hann nevndi, at sjálvt um tíð hansara sum ríkisforseti var at enda komin, fór hann ikki at halda uppat at minna á tey, ið yvirlivdu Holocaust.
     Seinasta tiltakið var í einari kibbutz í norður Ìsrael, Lohamei HaGeta`ot (Getto stríðsmennirnir). Undir minningarhaldinum tendraðu tey, ið bjargaðust, kyndlar, til minnis um tey, ið týndust. Høvuðstátturin í ár, er um hin “einsama bjargaða” – tey einastu eftir í familjuni.
     Ríkisforsetin Rivlin segði undir samkomuni: “Tit eru hetjur einar frælsar Ísrael; tit sum goyma minnið um ræðuleikan. Eg veit, at fyri fleiri tykkara er svárt at tosa um ræðuleikan, men eg heiti á tykkum: luta við okkum tað ið tit upplivdu meðan tit enn hava evnini til tað, so vit kunnu føra minnið víðari frá ættarliði til ættarlið.

Kelda: Israel Hayom

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022