Føroyska tjóðarmerkið veitrar nú yvir umboðsstovu Føroya í Ísrael

Svenning av Lofti skrivar: Stórur var dagurin í gjár fyri okkum, tá ið frættist at tjóðarmerki okkara varð hevjað á stong yvir umboðsstovu okkara í Tel Aviv í Ísrael. Ein gleðilig løta fyri meg persónliga, sum síðani 1977 havi skipað fyri ferðum til Ísrael.

15. apríl 2021

Á hesum ferðum hava føroyingar í stórum tali vitjað hetta landið, sum hevur sett so djúp merki í sál og sinni okkara frá barndómsárum.

Men hetta er kortini ikki fyrstu ferð føroyska Merkið hevur veitrað í Ísrael. Á mongu ferðum okkara til Leyvsalahátíð Ísraels á mestsum hvørjum ári, hava føroysku ferðabólkarnir gingið skrúðgongu gjøgnum Jerusalems gøtur. Saman við mongum øðrum tjóðum hava føroyingar syngjandi gingið við Merkinum á odda.

Eg fari at ynskja Jenisi av Rana, uttanríkisráðharra okkara og John Rajani, umboðsmanni okkara í Ísrael, tillukku. Somuleiðis fari eg at ynskja Føroya landsstýri tillukku við at Merkið nú veittrar yvir eini sjálvstøðugari føroyskari umboðsstovu í Ísrael.

Í mínum barnaskúlaárum á Eiði hekk eitt landakort av Jødalandi í skúlastovuni. Skúlafelagi mín, Jógvan Mørkøre, vanliga nevndur Jógvan í Løðuni, minti meg ein dagin á henda serstaka skúladagin í mai 1948, tá ið lærarin, Valborg Simonsen, ættað av Velbastað, segði okkum skúlabørnum frá, at nú var landakortið í Miðeystri broytt. Hetta hevur verið í vikuni eftir 14. mai 1948, dag ella dagar eftir tað at státurin Ísrael var stovnaður og viðurkendur av heimssamfelagnum.

Hetta var ein heimssøguligur dagur, sum eg slapp at uppliva.

Enn einaferð varð mær unt at uppliva søguligar hendingar í samband við Ísrael: At uppliva dagin, tá ið føroyska umboðsstovan í Ísrael gjørdist veruleiki – umframt at uppliva dagin at føroyska tjóðarmerkið – krossmerkið – varð hevjað á stong í heimlandi Frelsara okkara.

Svenning av Lofti

Mynd:  John Rajani

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022