JØDAR Í TUNIS ÓTTAST

19 ÁR EFTIR TAÐ AT DJERBA SÝNAGOGAN VARÐ BUMBAÐ, ERU TUNESISKIR JØDAR AFTUR ÓTTAFULLIR

23. apríl 2021

Jødarnir siga, at forsetin Kais Saied, hevur eggjað til ágang móti jødiska samfelagnum. ”Vit eru skelkað; tað ber ikki til at liva soleiðis” sigur ein jødi
Fyri nítjan árum síðan, 11. apríl 2002, brast ein bumba í einari sýnagogu í býnum Djerba í Tunis. Ein lastbilur, fullur av spreingievni, sprongdist við inngongdina til El Ghriba sýnagoguna og drap 21 fólk. Síðan tá hava jødar livað hampuliga friðarliga, inntil herfyri, tá ið løgreglan og fólk á staðnum byrjaðu at gera seg inn á tey, siga jødarnir ið búðu har.
Fyri stívliga einum mánaði síðan ákærdi tuneskiski forsetin, Kais Saied jødarnar fyri ræðuligar gerðir. Seinni umbar hann seg og segði, at hann einki hevði ímóti jødunum sum búgva í Tunis. Hetta sigur ein jødi, ið vil vera ónevndur, av ótta fyri hevnd frá myndugleikunum á staðnum.
Hóast forsetin umbar seg, hava jødarnir í Djerba liðið undir anti-semitismu síðan. Á páskum varð 10-ára gamli abbasonur høvuðsrabbinaran í Tunis, Haim Bittan, álopin uttan grund, meðan hann spákaði á gøtuni.
Í síðstu viku lupu tveir menn á motorsúklum á eina 18-ára gamla jødiska gentu. Teir royndu at kvala hana, men tá ið hon skríggjaði komu grannarnir henni til hjálpar og mennirnir flýggjaðu.
Vit eru ræðslusligin, tað er ikki lætt at liva soleiðis. Løgreglan hevur broytt atburð og eygleiðir okkum alla tíðina; ger seg inn á okkum og eltir okkum, tá ið teir eru er á leið.
Sjálvt um løgreglan fangaði menninar ið gjørdu seg inn á gentuna og royndi at sissa okkum, hevur forsetin, síðan hann kom til valdið, elvt til øsing og givið okkum trega.
Nú eru umleið 1200 jødar í Djerba, og øll tosa um torførar tíðir. Tað eru einans nakrir fáir dagar síðan Holocaust minningardagin og 2021 eigur ikki at geva rúm fyri hatri.

Myndin:  Djerba sýnagogan verður umvæld eftir bumbuatsóknina 11. apríl 2002.

Kelda: Israel Hayom

Seinastu tíðindi

Ísrael 73 - í Speakers Corner
14. mai 2021
Tríggjar rakettir úr Sýria
14. mai 2021
MUSLIMSKIR SØGUFRØÐINGAR
13. mai 2021
Tjóðardagur Ísraels á Speakers Corner
12. mai 2021
30 deyð í álopum í Gaza og Ísrael
11. mai 2021
Netanyahu ávarar Hamas og Islamic Jihad
11. mai 2021
Fleiri enn 150 rakettir úr Gaza
11. mai 2021
ÍSRAEL SENDIR KORONA NEYÐHJÁLP TIL INDIA
05. mai 2021