Aftur ófriður í Jerusalem

FLEIRI SKADD Í ÁHALDANDI HARÐLIGUM SAMANBRESTUM Í JERUSALEM. Hóskvøldið vórðu fleiri løstað í gamla býarpartinum í Jerusalem. Arabiskir mótmælismenn gjørdu seg inn á 300 høgravendar jødar, ið gingu mótmælisgongu til tess at mótmæla at arabar nýliga lupu á jødar.

25. apríl 2021

Løgreglan, ið royndi at skilja partarnar, brast saman við arabar, sum steinaðu og tveittu ymiskt annað eftir løgreglumonnunum.
Benzi Gopstein, sum stovnaði høgravenda bólkin Lehava (Eldlogi), fylgdist við stuðlum frá Safra Square til Damaskus portrið, rópandi í kór ”Am Yisrael Chai” (Leingi livið Ísrael), ”arabar út” og ”deyði yvir arabar”.
Mótmælisgongan var eitt aftursvar til eitt video á TikTok, sum vísti arabar, sum tilvildarliga ganga og sláa religiøsar jødar.
Mótmælisfólkini steinaðu og tveittu fløskur. Ólætisløgreglan kom á staðið og nýtti nervagranatir til tess at spjaða mannamúgvuna. Løgreglan segði, at eini 20 løgreglufólk vórðu særd í samanbrestinum, íroknað ein løgreglumaður á hestbaki, ið varð raktur av steini í andlitið. Tríggir endaðu á sjúkrahúsi. Í minsta lagi 105 arabar vórðu løstaðir, harav  22, sum endaðu á sjúkrahúsi, upplýsti palestinski Reyði Hálvmánin.
Løgreglan segði, at fleiri enn 50 fólk vórðu handtikin fyri at hava tveitt steinar og fýrverk, lopið á løgreglufólk og annan harðskap undir ófriðinum, sum vardi til morgunin eftir.
Nógvir løgreglumenn vórðu sendir til Jaffaportrið í gamla býarpartinum, eftir tað at eitt fólk til gongu varð álopið. Álopsmaðurin flýddi; fýra mistonkt vórðu handtikin.
Nær við Heródusar portur varð ein jødi í bili álopin í tí at hann royndi at flýggja. Hann varð hann bukaður og eldur settur á bilin.
Eisini tók bardagi seg upp á Mahane Yehuda marknaðinum inni í Jerusalem.
Tá ið tað frættist, at mótmælisfólk savnaðust á Shabbat Square, inni í ultra-Orthodoxa Mea Shearim býlinginum, kom løgreglan á staðið at fáa skil á støðuni. Íbúgvarnir steinaðu løgregluna, við tí úrsliti at tveir løgreglumenn vórðu løstaðir. Eingin varð handtikin.

Kelda: Israel Hayom

Seinastu tíðindi

Ísrael 73 - í Speakers Corner
14. mai 2021
Tríggjar rakettir úr Sýria
14. mai 2021
MUSLIMSKIR SØGUFRØÐINGAR
13. mai 2021
Tjóðardagur Ísraels á Speakers Corner
12. mai 2021
30 deyð í álopum í Gaza og Ísrael
11. mai 2021
Netanyahu ávarar Hamas og Islamic Jihad
11. mai 2021
Fleiri enn 150 rakettir úr Gaza
11. mai 2021
ÍSRAEL SENDIR KORONA NEYÐHJÁLP TIL INDIA
05. mai 2021