Aftur rakettir úr Gaza

SUÐUR ÍSRAEL RAKT AV FLEIRI RAKETTUM Í EINUM NÁTTARÁLOPI ÚR GAZA Við jøvnum millumbili frá klokkan 11 á kvøldi til 6 á morgni vórðu í minsta lagi 36 rakettir skotnar úr Gaza inn í Ísrael. Tíbetur varð eingin særdur. Ísraelski herurin (IDF) svaraði aftur og leyp á fleri mál í Gazageiranum. Leygarmorgunin (24.04.21) kunngjørdi IDF, at nú kundu tey, sum búgva har suðuri fara aftur til sítt vanliga starv.

26. apríl 2021

Palestina-arabiskir yvirgangsmenn skutu fríggjanáttina í minsta lagi 36 rakettir úr Gaza inn í í sraelskar búsetingar. Hetta er eitt av teimum ringastu álopunum tvørturum markið í fleiri mánaðir; ávaringarlúðrarnir ýldu um alt suður-Ísrael, íbúgvarnir skundaðu sær í bumbuskýlini.
   Tað segðist, at spenningurin í Jerusalem elvdi til skjótingina. Ávaringarlúðrarnir ýldu alla náttina í Eshkol, Sha´ar Hanegev, Sdot Negev og Hof Ashkelon og leygarmorgunin ýldu teir eisini í Ashkelon.
   IDF segði at flogfør og stríðsvagnar svaraðu aftur og raktu fleiri mál hjá Hamas, (yvirgangsbólkurin, ið ræður í Gaza), so sum rakettpallar og loyniligt undirgrundakervi (tunlar) og eina hernaðarstøð. Leygarmorgunin boðaði IDF so frá at íbúgvarnir í suður-Ìsrael kundu fara aftur til sína dagligu tilveru. Hamas segði at rakettirnar vóru eitt aftursvar til samanbrestirnar millum arabar og jødar í eystur Jerusalem. Hernaðarligi vongurin hjá Hamas ávaraði ìsrael um ikki at “royna teirra tol” stutt áðrenn rakettirnar vóðu skotnar. “Àgangur Zionista á Gaza geiran er ein vónleys roynd at knúsa viljan í okkara fólki og teirra áhaldandi treystleika” segði Hamas aftaná IDF álopini. “Okkara fólk, og mótstøða tess, eru sameind við okkara fólk í Jerusalem í teirra herferð ímóti herseting Zionista og at verja Al-Aqsa moskeina”
   Yvirgangsbólkurin (Hamas) tók ikki ábyrgd av rakett skjótingini, men ein hálvhernaðaligur bólkur knýttur at “Popular Front for Liberation of Palestine” segði at teir høvdu skotið onkrar av rakettunum. Alt fríggjakvøldið gingu túsundir kravgongu um allan Gaza geiran og kravdu at hernaðabólkarnir í Gaza-geiranum hildu framm við at skjóta rakettir.
   Í einari viðmerking til rakettálopið segði Ofir Libstein, økisleiðari fyri Shaar Hanegev: “Rakettálopið á náttartíð minnir okkum á at friðurin er fyribils og viðbrekin.
   Í morgun rakti ein rakett eina kibbutz og tíbetur ongin skaddur”.
   Gadi Yarkoni, leiðari fyri Eshkol økið legði aftrat ”so vítt vit vita so eru álopini eitt mótsvar til tað sum hendi í Jersusalem” “Tað er ótolandi hvussu Gaza bólkar loyva sær sjálvum at skjóta ímóti Ìsraelskum búsetingum til tess at raka vanligar borgarar, hetta er vanvirðisligt”.
   Í Jerusalem hevur støðan verið spentari enn vanligt undir Ramadan føstuni. Mótmælini gjørdust ógvislig; fleiri vórðu handtikin og fleirið meinslaði.
   Ófriðurin byrjaði aftur fríggjakvøldið tá ið arabiskir ungdómar savnaðust uttan fyri múrin á gamla býnum (Old City) og bardust við hundratals ísraelskar løgreglumenn, ílatnir stríðsútgerð.
   Mótmælisfólkið tveitti steinar eftir løgregluni og einum ísraelskum rættarbygningi, knústust vaktól meðan løgreglan skeyt við vatnkanónum.
   Palestineskiski Reyði Hálvmánin segði, at átta palestina-arabarar vórðu meinslaðir.
   Ísraelska løgreglan segði, at órfriðurin breiddi seg til eitt palistinskt grannalag har palestinar tveittu eldbumbur og steinar eftir ísraelskum løgreglufólki, akførum og íbúðum.
   Tríggir palestinaarabar vórðu handtiknir og fýra løgreglufólk løstað.
   Í Judea og Samaria (vestara áarbakka) stoyttu palestinaarabar saman við ísraelskum hermonnum sum mannaðu eina marknaeftirlitsstøð nær við býir í Judea og Samaria. Marknaløgreglan segði, at hon spjaddi hundraðtals, ið tveittu steinar og eldbumbur.

Kelda: Ynet news

Mynd: savnsmynd

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022